Hondbóltur

Føroyar fara eftir at spæla seg nógv nærri næsta EM-endaspælinum

Ein sigur í trupulum umstøðum í kvøld sendir Føroyar í dreymastøðu undan undandystunum næsta ár. FM1 sendir frá klokkan 16.30 úr Podgoricia og til ber eisini at fylgja gongdini á Portalinum.

Pauli Jacobsen og Føroyar skulu royna at gera sum undir EM-endaspælinum móti Montenegro: Seta teir uppá pláss. Her hitar føroyski landsliðliðformaðurin upp í Podgorica (Mynd: Sverri Egholm)

Pauli Jacobsen og Føroyar skulu royna at gera sum undir EM-endaspælinum móti Montenegro: Seta teir uppá pláss. Her hitar føroyski landsliðliðformaðurin upp í Podgorica (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-08 10:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Podgorica, Montenegro (Portalurin): - Vit ætla heilt sikkurt eftir tveimum stigum. Um tað eydnast, er útgangsstøði at koma víðari ógvuliga gott.

Soleiðis segði Allan Norðberg móti endanum av samrøðuni við Portalin í Podgoricia í gjár. Strandingurin er elsti spælarin á manslandsliðnum í hondbólto og veit, at ein útisigur á Balkan sendir Føroyar í dreymastøðu undan dystunum í mars og apríl, tá atgongumerki til EM-endaspælið 2028 skulu tryggjast.

Eftir sigurin móti Kosovo við Tjarnir mikukvøldið, skýrdi Hákun West av Teigum dagsins dyst sum "tann truplasta í undankappingini". Ikki tí: Føroyar vunnu við 13 málum á Montenegro í EM-endaspælinum í Oslo. Men tað verða ikki 6-7.000 føroyingar í høllini í kvøld, Montenegro hevur heimsklassa málverjan og liðformannin Nebojsa Simic tøkan aftur, og ein vanliga sterkan heimavøll.

Sí eisini: Óli Mittún: Vit hava avgjørt okkurt at løna Montenegro aftur

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir føroyingarnir vóru flúgvandi, tá Montenegro var á skránni í Oslo í januar (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Óli Mittún skal royna at avrika sum móti Kosovo mikudagin og sum móti Montenegro seinast. Tróndur Mikkelsen, sum her roynir at verja fyri, kann fá stóran leiklut í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Myndir: Myndatøka, kappingar og taktikkur í Montenegro

Føroyar eru eisini sterka Ísak Vedelsbøl fyri uttan, og harvið skulu serliga Helgi Hildarson Hoydal og Tróndur Mikkelsen traðka fram: Hetta í miðverju og á strikuni í 7 móti 6 saman við Teis Horn Rasmussen.

Føroyar hava áður spælt undankappingsardyst í hesum býnum. Tað var í oktober 2018, tá føroyingar á fyrsta sinni vunnu stig í høvuðsundankapping við óvæntaðum 24-24 javnleiki.

Seinast Allan var í Montenegro: - Sera stuttligt at fáa fyrsta altjóða stigið (Video)

FM1 hevur beinleiðis frásøgn úr Montenegro frá klokkan 16.30 í dag, og til ber eisini at fylgja gongdini á Portalinum - millum annað í beinleiðis bloggi ivð tekstum og myndum. Aftaná verða samrøður og annað. 

-----------------------------------------------

Undankapping til EM 2028, bólkur 4

2. umfar, sunnudagin 8. november
16.15: Kosovo - Ungarn
17.00: Montenegro - Føroyar (FM1 frásøgn og bloggur á Portalinum)

1. Ungarn 2 stig
2. Føroyar 2 stig
--------------------------
3. Kosovo 0 stig *
4. Montenegro 0 stig 

* Bestu fýra trý'ararnir av teimum átta í undankappingini koma víðari til EM, umframt tvey tey ovastu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder