Hondbóltur

Fremstu deildirnar fara av bakkastokki við grannauppgerðum

Kvinnuliðini og mansliðini hjá Kyndli og Neistanum spæla á Hálsi seinnapartin. Eisini spennandi dagur hjá føroyingum í Danmark, Kroatia og Týsklandi.

Turið Arge Samuelsen hevur her skorað eitt av teimum 15 málunum í steypafinaluni móti Neistanum í fjør. Toppskjútti í SMS-deildini seinastu trý árini ætlar sær helst ikki at helma í (Mynd: Jens Kr. Vang)

Turið Arge Samuelsen hevur her skorað eitt av teimum 15 málunum í steypafinaluni móti Neistanum í fjør. Toppskjútti í SMS-deildini seinastu trý árini ætlar sær helst ikki at helma í (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-09-07 11:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dystirnir um Lionsbikørini vórðu spæld sunnudagin, og hetta vikuskiftið byrja landskappingarnar.

Bæði í SMS-deildini og í Burn-deildini eitur fyrsti dysturin Neistin - Kyndil. Tvær grannauppgerðir eru á Hálsi seinnapartin í dag: Dysturin hjá kvinnum byrjar klokkan 14, har greipuvinnararnir spæla móti einum heldur nýggjum Neista-liði,

Klokkan 16 spæla mansliðini hjá havnarfeløgunum. Í fjør var Kyndil ta sterkari í landskappingini, meðan Neistin kom í steypafinaluna hjá monum.

Sunnudagin verða fýra dystir spældir:

[object Object]
Skýggjamynd: Hondbóltssamband Føroya

Øll dystarskráin sæst á dystir.hsf.fo

1. umfar í Týsklandi og Danmark - avgerandi evropeiskur dystur í Kroatia

Ein rúgva av hondbóltsútidystum eru, og tað er spennandi at fylgja gongdini. Portalurin fer ikki at hava stubbar frá hvørjum dysti hjá hvørjum føroyingi í 2024/2025, men fara vit at royna at varpa ljós á gongdina sum heild og á millum annað serstøk avrik.

Vit hava millum annað skrivað um fyrsta dystin hjá Vilhelmi Poulsen í Bundesliguni, og at lið hansara, Hannover-Burgdorf, tapti. Tað gjørdi THW Kiel eisini uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Í gjárkvøldið vann Flensburg-Handewitt stórt á Erlangen, har Jóhan á Plógv Hansen skoraði fýra mál. Í kvøld skal ein annanr høgri vongur royna seg. Hákun West av Teigum og Füsche Berlin vitja Eisenach. Tað verður spennandi at síggja, hvønn leiklut 22-ára gamli hoyvíkingurin fær hjá stórsteypavinnarunum, nú Hans Lindberg er farin.

[object Object]
Hákun undir EM-endaspælinum í januar. Spennandi verður at fylgja ár tvey hjá føroyska vonginum í Týsklandi (Mynd: Sverri Egholm)

Har er ein rúgva av føroyskum hondbóltsspælarum í Danmark. Tað eru kvinnurnar, ið gera vart við seg í fremstu røð har. Ein av sjey spælarunum í Kvindeligaen er Jana Mittún, sum skoraði tvey mál, tá Viborg í gjárkvøldið vann 28-22 á Sønderjyske í 1. umfari.

Í dag spæla tríggjar, sum vit koma at síggja til EM-endaspælið í vetur, í somu deild: Súna Krossteig Hansen og Skanderborg vitja í Aarhus klokkan 13 føroyska tíð, og ein tíma seinni verður føroyingauppgerð á Frederiksberg: Har taka Pernille Brandenborg ímóti Mariu Pálsdóttir Nólsoy og HH Elite, sum hevur A-landsliðsvenjarin Claus Mogensen sum venjara. Maria stóð seg heilt væl í steypadystinum móti Team Esbjerg síðsta vikuskifti og varð 20-ára gamli spælskiparin dagsins spælari.

Sí eisini: Maria gjørdi bart í sínum fyrsta almenna dysti í Horsens

Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku mansdeildini, har nógvir føroyskir landsliðsspælarar eru, í gjárkvøldið. Har vunnu niðurflytararnir Lemvig Thyborøn 26-23 á Aarhus HC. Kjartan Johansen skoraði tvey mál fyri Lemvig, meðan javngamli Teis Horn Rasmussen eisini skeyt tvey mál. Peter Krogh spælir eisini fyri Aarhus.

Í dag skulu millum annað Pauli Jacobsen og Pauli Mittún royna seg í 1. division, og føroyingafelagið FIF - við fýra hoyvíkingum - spælir í Skive.

[object Object]Jana Mittún og Viborg hava fingið góða byrjan uppá kappingarárið...

[object Object]Og tað gjørdu Kjartan Johansen og Lemvig Thyborøn eisini (Myndir: Sverri Egholm)

Tað er longu greitt, at THW Kiel (Elias Ellefsen á Skipagøtu) og IK Sävehof (Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl) skulu spæla í bólkaspælinum í European League. Spurningurin er nú, um vit fáa fimm føroyingar í næststerkasta evropeisku kappingina.

Valur hevur í øllum førum gjørt forarbeiði væl. Valur vann 34-25 í fyrra dystinum á kroatiska Vinkovci og klokkan 18 í kvøld verður seinni dysturin í Kroatia. Samanlagdi vinnarin sleppur í bólkaspæli. Tað er ofta stórur munur á útivølli og heimavølli í Evropa, men tey sjey málini frá Bjarna í Selvindi hava vónandi lagt nóg gott grundarlag.

Bjarni og Allan Norðberg ynskja ikki at enda í European Cup - sum samanlagdi taparin ger. Valur vann júst European Cup í fjør, har Allan Norðberg skoraði umráðandi mál í avgerandi dystinum í Grikkalandi. Millum annað í brotskastskappingini.

[object Object]
Allan Norðberg og Valur vunnu triðsterkastu evropeisku kappingina í fjør

[object Object]Bjarni í Selvindi hevur gjørt bart í Íslandi higartil: Í trimum almennum dystum hevur 22-ára gamli skálamaðurin skotið samanlagt 21 mál - sjey mál í hvørjum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sì eisini: Bjjarni toppskjútti í byrjanardystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder