Fótbóltur

Fult umfar í VFF Cup var í gjár

Víkingur vann á B36 í Gundadali, og Mads Borchers og HB vunnu á EB/Streymi Tórsvølli. Harvið hava Víkingur og HB framvegis fult stigatal - NSÍ vann á liði úr Betrideildini.

Martin Klein Joensen skoraði tvær ferðir í Gundadali og er harvið komin í gongd við sína málskjóting í ár (Svansmynd: Sverri Egholm)

Martin Klein Joensen skoraði tvær ferðir í Gundadali og er harvið komin í gongd við sína málskjóting í ár (Svansmynd: Sverri Egholm)

2023-02-02 19:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm dystir í kappingini hjá Venjarafelagnum vóru spældir í gjárkvøldið. Talan var um 4. umfar í Venjarakappingini.

Víkingur var á vitjan í Gundadali. Martin Klein Joensen skoraði tvær ferðir í fyrra hálvleiki, og hóast B36 svaraði aftur eftir steðgin, so vóru víkingarnar omaná.

Yviri á Tórsvølli skoraði Mads Borchers sítt fjórða mál í venjarakappingini. Ungir spælarar, sum eru uppaldir í HB, skoraðu hini bæði. HB hevur - eins og Víkingur - tólv stig fyri fýra dystir. EB/Streymur skal longu spæla aftur fríggjakvøldið. Tað verður á Eiði móti KÍ.

Á Argjum megnaði NSÍ, sum í ár skal spæla í 1. deild, at vinna 2-0. Grannarnir hjá NSÍ spældu javnleik móti 07 Vestur. Har var merkisvert, at Eiler Fróðason, ið er verjuleikari spældi áleypari fyri 07 Vestur og skoraði. Hetta gjørdi hann eisini móti Víkingi í januar.

Í Klaksvík skoraði Luc Kassi aftur. 28-ára gamli norski miðvallarin kom til royndarvenjing í síðstu viku. Hetta gjørdist einsamalla málið í dystinum, har KÍ spældi við nógvum ungum lokalum leikarum, eins og ÍF sum sambært Norðlýsinum hevði stórar málmøguleikar í fyrra hálvleiki. Nýggji norski málverjin í Klaksvík hevði tó nakrar góðar bjargingar.

Kappingin er framvegis merkt av, at tað er tíðliga, at nógvir leikarar mangla ymsastaðni, men talan er um góðar møguleikar hjá liðunum at koma í dystarvenjing og annars at skerpa seg. 

5. umfar, ið er tað seinasta áðrenn finaluumfarið, verður í vikuskiftinum.


VFF Kup
4. umfar, mikudagin 1. februar

B36 - Víkingur 1-3 (0-2)
0-1 Martin Klein Joensen
0-2 Martin Klein Joensen
1-2 Rani í Soylu 
1-3 Páll Eirik Djurhuus

Sí lista yvir leikarar á Faroesoccer

HB - EB/Streymur 3-0 (1-0)
16' Áki Samuelsen 1-0
76' Mads Borchers 2-0
88' Ási Dam 3-0 

Sí lista yvir leikarar á Faroesoccer

AB - NSÍ 0-2 (0-0)
73' Meinhard Geyti 0-1
87' Steffan Løkin 0-2

Sí lista yvir leikarar á Faroesoccer

B68 - 07 Vestur 1-1 (0-1)
2' Eiler Fróðason 0-1
60' Mohammed Samba

Sí lista yvir leikarar á FaroeSoccer

KÍ - ÍF 1-0 (0-0)
1-0 Luc Kassi (Norskur miðvallari sum er til royndarvenjing í Klaksvík)

Yvirlit yvir leikarar sæst á Farosoccer

Støðan: 
1. HB 12 stig
2. Víkingur 12 stig
3. KÍ 9 stig
4. B36 6 stig
5. AB 4 stig
6. 07 Vestur 4 stig
7. B68 6 stig
8. NSÍ 3 stig
9. EB/Streymur 1 stig
10. ÍF 0 stig

5. umfar: 

Fríggjadagin 4. februar - í morgin

Eiði
19:00

Leygardagin 5. februar:

Tórshavn
-
Sørvágur
-
Norðragøta
12:00
Runavík
12:00

Keldur: Farosoccer, dystir.fo og Norðlýsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder