FSF: Farnu dagarnar hevur A-landsliðið við kvinnum verið á venjingarlegu í Andorra, har tveir venjingardystir hava verið á skránni. Í fyrra dystinum vóru Føroyar greitt omaná og vunnu sannførandi 5-0.
Í seinna venjingardystinum, sum varð spældur seinnapartin mánadagin, gekk kortini ikki eins væl. Andorra legði seg á odda í fyrra hálvleiki, og hóast Føroyar fingu javnað tíðliga í seinna hálvleiki við máli frá Heidi Sevdal, eydnaðist heimaliðnum at leggja seg á odda aftur og tryggja sær sigurin.
– Seinni dysturin gjørdist meira javnur, har vit stríðast við at fáa spælið at koyra. Vit koma tó fram til nakrar góðar málmøguleikar og kundu lagt okkum á odda. Men í staðin er Andorra á odda í steðginum.
– Vit byrja seinna hálvleik sera væl og javna, men so lova vit Andorra inn í dystin aftur, og sjálvt um vit stríðast væl og hótta teirra mál, so bleiv tað Andorra, ið fór avstað við sigrinum, segði landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen eftir dystin.
Hóast tepurt tap í seinna dystinum er landsliðsvenjarin samanumtikið væl nøgdur við venjingarleguna. Dentur hevur verið lagdur á at menna spælið og geva øllum leikarunum møguleikan at vísa seg fram.
– Dystirnir hava verið gevandi upp á hvør sín máta. Vit hava roynt ymiskt nýtt í okkara spæli, vit hava sæð allar leikararnar í dysti, og vit hava eisini arbeitt miðvíst við at menna okkara spælskipan. Alt riggaði ikki til fulnar, men nógv riggaði væl, sigur Pætur Smith Clementsen.
Næsta uppgáva hjá føroyska kvinnulandsliðnum er Baltic Cup, sum verður um mánaðarskifti novembur-desembur.
-
(Mynd: Jóhanna Thomsen / FSF)
-
Heidi Sevdal (Mynd: Jóhanna Thomsen / FSF)
-
Sanna Svarvadal (Mynd: Jóhanna Thomsen / FSF)
-
Natalia Dansdóttir Olsen (Mynd: Jóhanna Thomsen / FSF)
-
Anna C. Brændstrup (Mynd: Jóhanna Thomsen / FSF)
-
Heidi Sevdal javnaði til tíðliga í seinna hálvleiki (Mynd: Jóhanna Thomsen / FSF)
-
Brá Zakariasardóttir (Mynd: Jóhanna Thomsen / FSF)
-
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald