
B36-hópurin hevði fyri løtu síðani sína seinastu venjing undan Conference League-dystinum móti Haverfordwest AFC úr Wales. Talan er um fyrra dystin í 2. umfari.
Í senastu viku kom B36 víðari fyri tíggjundi ferð í Evropa. Nú skal liðið hjá Dan Brimsvík royna at leggja afturat.
So at siga allir spælarar eru tøkir, og vónirnar eru góðar í B36-leguni. Fyrsta bríksl verður klokkan 19. Til ber at keypa atgongumerki her. Undan dystinum verður upphiting við millum annað tónleikabólkinum RSP. Dysturin sæst annars í Televarpinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald