Annað

Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki

Kappingin verður í Høllini á Hálsi í Havn frá klokkan 13 leygardagin.

2023-01-27 20:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 28. januar verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn.

Heili 20 lið eru tilmeldaði hesa kappingina við 178 íðkarum tilsamans. Teir eru úr Havnar.

Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Kappingin byrjar kl. 13.00 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.

Dyrnar lata upp fyri áskoðarum klokkan 12.00. Kappingin verður eisini stroymd og leinki verður at finna á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum www.fimleikur.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder