Leygardagin undan ársins róðrarveitslu var fyrsta heiðursløtan hjá Róðrarsambandi Føroya, har ymiskir heiðrar vórðu latnir.
Á heiðursløtuni vórðu ársins avrik, felag, eldsál og móttakari av Heiðursskjali Róðrarsambands Føroya heiðrað.
– Endamálið við heiðursløtuni var at varpa ljós á tey mongu avrikini, sum mynda føroyskan kappróður – bæði tey, sum síggjast á fjørðinum, og tey, sum verða skapt við trúføstum arbeiði í feløgunum og av teimum mongu sjálvbodnu, skrivar Róðrarsamband Føroya.
Hesi vórðu heiðrað
- Ársins startur – Havnarbáturin
- Ársins áralag – Fípan Fagra, 5-mannafør kvinnur
- Ársins comeback – Strálan, 6-mannafør menn
- Ársins endaspurtur – Ormurin Langi
- Ársins felag – Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
- Ársins eldsál – Sonja Kjølbro
- Heiðursskjal Róðrarsambands Føroya – Hans Petur Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald