Føroyska U17 landsliðið í fótbólti hjá dreingjum tapti í gjárkvøldið 2-0 móti Noregi. Liðið varð revsað upp á síni mistøk, men hóast hetta vóru glottar at hóma.
- Eg kann ikki seta fingurin á avrikið hjá spælarunum, men í altjóða fótbólti verður tú revsaður fyri mistøkini. Tað blivu vit í dag. Annars er talan um eitt gott avrik, har vit skapa tríggjar stórar málmøguleikar, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Føroyska liðið kom afturum eitt korter inn í fyrra hálvleik. Eitt innlegg kom úr høgru, sum føroyska verjan ikki fekk ruddað burtur. Robin Skrogstad slapp til skot og so var 1-0 til gestirnar.
Sí myndir her.
Í seinna hálvleiki er føroyska liðið væl við og koma til fleiri innlegg, men tað allar síðsta manglar í. Miðskeiðis í seinna hálvleiki kemur innlegg innfyri frá føroyingum, men norðmenn fáa fatur á bóltinum og seta skjótálop í gongd. Enn einaferð setti Robin Skrogstad bóltin í netið og so var 2-0, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Næsti dystur hjá føroyska liðinum er hósdagin klokkan 15, tá Føroyar og Kina bresta saman á Tórsvølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald