Fótbóltur

Góð undirtøka fyri Hamren

Yvir 60 hava boðað frá luttøku til skeiðið hjá fyrrverandi svenska og íslendska landsliðsvenjaranum, ið eisini hevur vunnið nógv steyp í Skandinavia. Hann vitjar FSF í morgin.

Frá 2009 til 2016 var Erik Hamrén venjari hjá svenska A-landsliðnum við monnum - Mynd: svenskfotboll.se

Frá 2009 til 2016 var Erik Hamrén venjari hjá svenska A-landsliðnum við monnum - Mynd: svenskfotboll.se

2022-09-08 18:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Tað er sjálvandi gleðiligt, at so nógvir venjarar melda til skeiðini, har vit ynskja at fáa royndar og áhugaverdar venjarar á vitjan. Hesaferð er talan um Erik Hamrén, ið millum annað hevur staðið á odda fyri bæði svenska og íslendska landsliðnum. So vit gleða okkum til ein spennandi dag á Tórsvølli í morgin, fríggjadagin, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri hjá FSF.

Impulsskeiðið við Erik Hamrén verður í Trinstovuni í nýggja bygninginum á vestursíðuni á Tórsvølli og byrjar klokkan 10:00 stundisliga. Á skránni vera framløgur, har dentur verður lagdur á “Leiðslu” og “Taktiska venjing”, og eisini verður skipað fyri venjing á Tórsvølli.

Áðrenn 65 ára gamli sviin tók við sum landsliðsvenjari í 2009, stóð hann á odda fyri fleiri stórfeløgum í Svøríki, Noregi og í Danmark. Í heimlandinum vann hann steypakappingina í fleiri umførum, og í Noregi og í Danmark eydnaðist honum at gerast meistari við ávikavist Rosenborg BK og AaB.

Í sjey ár var Erik Hamrén venjari hjá svenska manslandsliðnum, og tað eydnaðist honum at leiða Svøríki til EM-endaspølini í 2012 og í 2016. Og higartil er Hamrén tann venjarin, sum í nýggjari tíð er skrásettur fyri flest sigrar sum svenskur landsliðsvenjari.

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder