Kappróður

Góð úrslit og fleiri persónlig met í Kekkia

Føroysku rógvararnir fingu tilsamans 10 heiðursmerkir, harav seks gull, trý silvur og eitt bronsu.

(Mynd: Róðrarsamband Føroya)

(Mynd: Róðrarsamband Føroya)

2024-02-25 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Við avbera góðu úrslitunum og fleiri persónligum metum hava okkara rógvarar enn einaferð av álvara gjørt vart við seg og sett Føroyar á heimskortið, skrivar Róðrarsamband Føroya í sambandi við HM/EM-stevnuni í Kekkia hetta vikuskiftið.

– Okkara fimm rógvarir hava vunnið tilsaman 10 heiðursmerkir, harav seks gull, trý silvur og eitt bronsu.

Í gjár, leygardagin, kappaðust føroysku rógvararnir á 2000 m., og eisini var liðkapping á skránni.

Zoe róði í bólkinum 21-22 ár lættvekt. Zoe kom væl frá starti og legði seg eftir startin á 3. pláss, sum hon megnaði at varðveita gjøgnum allan róðurin. Við einum góðum endaspurti kom hon um málstrikuna sum nr. 3. Zoe setti samstundis persónligt met. Í EM gjørdist Zoe nr. 2.

Vár róði í bólkinum 21-22 ár. Vár hevði besta startin og lá eina løtu á odda. Í harðari kapping gjøgnum róðurin og við einum góðum endaspurti fekk Vár eitt flott 7. pláss. Í EM varð Vár nr. 5.

Sarita róði í lættvektsbólkinum 23-39 ár, sum er opin bólkur. Sarita fekk eina góða byrjan og legði seg á odda í startinum. Sarita lá leingi á einum 5. plássi, men við einum góðum endaspurti otaði hon seg fram á eitt flott 4. pláss. Í EM kappingini fekk Sarita eitt flott 2. pláss.

Sára Maria og Kristina róðu í bólkinum 23-39 ár, sum er opin bólkur. Kristina fekk ein sera góðan start. Sára Maria kom eisini væl frá startinum, og báðar vóru sostatt væl við frá byrjan. Støðið var høgt, og kappingin var sera hørð og jøvn gjøgnum allan róðurin. Báðar høvdu ein góðan endaspurt, har tær megnaðu at ota seg eitt vet fram. Tá Sára Maria kom um málstrikuna, endaði hon á einum flottum 11. plássi, og Kristina fekk eitt flott 15. pláss. Báðar settu persónlig met. Í EM kappingini endaðu tær á ávikavist 9. og 12. plássi.

Fyri fyrst ferð hava føroysku rógvararnir eisini luttikið í liðkappingini. Sára Maria, Vár og Sarita mannaðu tvey ymisk lið við nøkrum av fremstu rógvarunum í heiminum. Liðið hjá Sáru Mariu og Vár endaði á einum flottum 4. plássi. Liðið hjá Saritu endaði á 12. plássi.

Kappingin í ár hevur verið skipað sum bæði EM og HM. Fleiri enn 2000 rógvarar úr 50 ymiskum londum hava luttikið í kappingini.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder