Fótbóltur

Graham Potter fer at taka yvir í Chelsea

47-ára gamli onglendingurin hevur gjørt eitt gott arbeiði í Brighton og hevur sambært bretskum miðlum og Fabrizio Romano játtað seg til at seta seg í heita sessin.

Núverandi Brighton-venjarin er á veg í nýtt starv

Núverandi Brighton-venjarin er á veg í nýtt starv

2022-09-08 14:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Chelsea hevur havt eina heldur misjavna byrjan uppá kappingarárið, og órógv hevur verið í felagnum í fleiri mánaðir - serliga orsakað av neyðuga eigaraskiftinum.

Tað kom tó sum ein bumba, tá tað í gjár varð kunngjørt, at Thomas Tuchel hevði fingið sekkin í Chelsea. Týskarin tók við í januar í fjør, vann Champions League nakrar mánaðir seinni, og síðsta kappingarár endaði Chelsea á 3. plássi.

Eftir boðini fyrrapartin í gjár, er ymiskt komið fram um, at Tuchel og nýggi eigarin Todd Boehly ikki sótu so væl um sátt. Chelsea setti nýt met í summar, í mun til at nýta pening: Heili 272 milliónir pund - yvir tvær milliardir krónur. Thomas Tuchel stóð fyri at fáa fleiri av leikarunum inn, og Boehly hevur havt leiklutin sum ítróttarstjóri, eftir at fleiri av sentralu persónunum í Abramovich ikki longur eru í felagnum.

[object Object]

Nú verður tað ein onglendingur, ið ongantíð hevur staðið á odda fyri einum stórfelagi, ið fær uppgávuna sum oddamaður við síðulinjuna. Sky Sports og aðrir bretskir miðlar, umframt Fabrizio Romano, skriva, at ein munnlig avtala kom uppá pláss fyrrapartin.

Tað ljóðaði beinanvegin, at Graham Potter var fyrstavalið hjá Boehly, og eftir at Brighton í gjár gav loyvi til, at partarnir hittust, varð fundur í London.

Fundur var aftur í morgun, og har varð ein munnlig avtala gjørd. Sáttmáli er ikki undirskrivaður, og ein gjaldsavtala millum Chelsea og Brighton skal eisini finnast, áðrenn Potter verður kunngjørdur sum enn ein nýggjur Chelsea-venjari.

47-ára gamli Potter spældi í lægru ensku deildunum. Í seinnu hálvu av 00'unum hevði hann ymiskar uppgávur í venjaraheiminum, og í 2011 fekk hann starvið í svenska Östersunds, ið Potter fekk flutt uppeftir, vann svensku steypakappingina við og hevði góð úrslit í Evropa við. Eftir eitt kappingarár í Swansea gekk leiðin til Brighton, ið Graham Potter hevur veitt støðufesti í deildini. Hetta hevur verið uttan at nýtt heilt nógvan pening og við at í stóran mun spæla góðan fótbólt. Brighton hevur fingið eina frálíka byrjan uppá kappingarárið: Liðið liggur fýra við 13 stigum fyri seks dystir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder