placeholder
Fótbóltur

Guardiola: - Vit fara ikki at vinna nakað í ár við hetta lag

Manchester City-venjarin segði, at lið hansara var heppið, spældi uttan orku og yvirskot og at teir avgjørt ikki fáa Arsenal aftur, hóast tað eydnaðist at venda 0-2 til 4-2 móti Tottenham í gjárkvøldið.

Ein bersøgin - og møguliga taktiskur - Pep Guradiola legði partvíst eftir spælarum sínum og sannliga eftir áskoðarunum hjá City eftir dystin (Mynd: EPA)

Ein bersøgin - og møguliga taktiskur - Pep Guradiola legði partvíst eftir spælarum sínum og sannliga eftir áskoðarunum hjá City eftir dystin (Mynd: EPA)

2023-01-20 08:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pep Guardiola er av álvara av farin í gongd við at spæla "Mind Games". Soleiðis sær tað í øllum førum út eftir hansara útsagnir í gjárkvøldið. Enn einaferð staðfesti City-venjarin í samrøðu stutt eftir ein dyst, at Manchester City ikki fór at vinna nakað í ár, og at tað ikki ber til at fáa Arsenal aftur á hendan hátt.

Hesuferð var tað tó ikki eftir eitt tap, ið tað var leygardagin, men eftir at lið hansara - uttan fleiri av lyklaleikarunum - hevði vent 0-2 til 4-2 móti Tottenham.

Les eisini: Mahrez hetjan tá City vendi øllum eftir steðgin

Hin møguleikin er, at Pep Guardiola bara er fullkomiliga bersøgin. Í samrøðuni við BEIN Media - ið kann síggjast niðanfyri - sigur Guardiola at lið hansara var heppið í dystinum, tí hóast City spældi væl, so manglaði "passion" (ovurhugur), energi og vilji millum annað, og lið hansara gjørdi ov nógv mistøk. Í høvuðsheitinum sær tað ikki gott út á Etihad, staðfesti venjarin.



Guardiola legði í samrøðuni upp til, at spælararnir hjá honum tykjast ov mettir eftir fleiri meistaraheitið, og áskoðararnir, ið floytaðu nógv tá farið var til hálvleiks. Venjarin brúkti orðið comfortable um hóp og áskoðarar - tað er ov makligt.  Hann sló fast, at við slíkum úttrykki verður einki steyp vunnið í ár. Hetta hóast liðið bert hevur spælt helmingin av Premier League-dystunum í ár, og má metast at vera ein av stóru Champions League-favorittunum.

Á tíðindafundinum aftaná endurtók katalanski venjarin fleiri av viðurskiftunum og legði eftir áskoðarunum og helt fyri at teir, spælararnir og allur bygnaðurin í Manchester City eigur at vakna, um liðið skal halda fram at mennast. Hann rósti tó eisini leikarunum, Tottenham, Liverpool seinastu árini og Arsenal, ið City jagstrar. Tá Arsenal spælir, sær tað bara gott út, segði Pep Guardiola millum annað. 

Ein part nýtti nógv vinnandi venjarin at staðfesta, at tað sum City hevði gjørt við at vunnið meistaraheitið tvær ferðir á rað tvær ferðir - og í kapping við serliga Liverpool-liðið hjá Klopp - var ótrúligt, og at hetta fór at standa eftir. 

Pep Guardiola, ið fylti 52 ár mikudagin, kom til Manchester City í 2016. Hann hevur vunnið Premier League fýra ferðir, League Cup eisini fýra ferðir og FA Cup einaferð. Hann hevur sáttmála í tvey og eitt hálvt ár afturat og jagstrar framvegis sítt fyrsta Champions League gull síðani 2011. Manchester City er fimm stig aftanfyri Arsenal, hevur ein dyst fleiri, men hevur tveir innanhýsis dystir eftir móti liðnum, ið lærlingurin hjá Pep, Mikel Arteta stendur á odda fyri. 

[object Object]
Mikel Arteta var í trý og eitt hálvt ár hjálparvenjari hjá Pep Guardiola og royndi har at vinna millum annað tvey Premier League-heiti. Nú jagstra City Arsenal-liðið hjá Arteta, men aðrir bollar mugu á suppuna, sigur Pep, ið rør framundir, at Arsenal sær betri út á ymsan hátt (Mynd: EPA)


Støðan í oddinum:
1. Arsenal 47 stig (18 dystir)
2. Manchester City 42 stig (19 dystir)
3. Manchester United 39 stig (19 dystir)
4. Newcastle 38 stig (19 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder