Annað

Europe Cup: - Tann stóri og mest áskoðaravinarligi dagurin

Á seinasta kappingardegi við Tjarnir vera fyrst hálvfinalur - á middegi - og síðani fleiri spennandi dart-finalur millum krútsterkar evropeiskar spælarar. Myndir og annað verða at síggja seinni.

Tað hevur sum heild gingið væl hjá føroyingunum. Millum annað rukku Uni Árting og Jan McIntosh topp-16 í einari kapping við yvir 70 liðum (Mynd: Dartsamband Føroya)

Tað hevur sum heild gingið væl hjá føroyingunum. Millum annað rukku Uni Árting og Jan McIntosh topp-16 í einari kapping við yvir 70 liðum (Mynd: Dartsamband Føroya)

2026-10-03 07:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Higartil hava vit bert fingið jaligar afturmeldingar og uppliva jalig fólk.

Hetta vísti Jens Albert Simonsen á, tá hann í gjár tosaði við Árna Gregersen í FM1-tíðindunum. Føroyski landsliðsvenjarin og ein av fyrireikarunum til stóru Europe Cup, sum er við Tjarnir í hesum døgum, setti orð á kappingina higartil.

Talan er um eina kapping, har yvir 300 dartspælarar í 37 ymiskum londum hava luttikið.

Har hevur tað sum heild gingið væl hjá føroyingunum. Millum annað rukku Uni Árting og Jan McIntosh topp-16 í einari kapping við 70 liðum.

Í dag er seinasti, og á ymsan hátt størsti, kappingardagur við Tjarnir. Nøkur av teimum bestu í Evropa kappast um heiðursmerki frá á middegi.

Sí skránna her

Jens Albert Simonsen vísur á, at stigið hevur verið ógvuliga høgt higartil, og at mest áskoðaravinarligi dagurin, við einum dysti í senn, nú verður. Tað hevur eisini gingið væl at selja atgongumerkir til leygardagin, har væntað verður at nógv lív verður í.

Hoyr eisini: Hýsa yvir 400 dart-spælarum og hjálparfólki - nógvir ógvuliga dugnaligir spælarar við Tjarnir

Myndir frá finaldegnum seinni í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder