- Tað er við einum tungum hjarta, men tað er tað rætta, haldi eg, og næsta spennandi kapittli í lívinum.
Soleiðis segði Gunnar Vatnhamar millum annað eftir sigurin á Hafnafjørðinum sunnukvøldið, tá Stefán Marteinn Ólafsson spurdi føroyska landsliðsspælaran um komandi skiftið til Vejle.
31-ára gamli leirvíkingurin sigur við tíðindamaðurin hjá fotbolti.net, at Víkingur Reykjavík, sum hann hevur umboðað í trý og eitt hálvt ár, er so sertakt fyri hann.
Gunnar hevur vunnið tvey íslendsk meistaraheiti við felagnum, sum hevur beina kós móti einum afturat - annað árið á rað.
Við 4-2 sigrinum móti einum av botnliðnum, FH, er Víkingur eitt fet nærri. Liðið er nummar eitt við 48 stigum fyri 19 dystir, og átta stig eru niður til grannarnar KR Reykjavík á 2. plássi.
Gunnar Vatnhamar spældi fullan dyst sunnudagin og skoraði til 3-2 í sigrinum: - Eg skuldi bara prika bóltin inn.
Avtalan er, at føroyingurin fer til Danmarkar at spæla eftir røkkstøkkdystirnar hjá Víkingi í Evropa. Talan er um Conference League-dystir móti Borac Banja Luka, sum B36 í 2022 sló út eftir brotsspørk, og sum KÍ í 2024 tapti fyri eftir longda leiktíð.
Fyrri dysturin verður spældur í Reykjavík hósdagin 20. august, og seinni dysturin í Bosnia 27. august verður mest sannlíkt seinasti dysturin hjá Gunnari Vatnhamar undan skiftinum til næstbestu donsku deildina.
Víkingur Reykjavík hevur ikki landskappingardyst ímillum teir báðar dystirnar móti Borac Banja Luka, sum verða avgerandi fyri at koma í deildarspæl. Hetta er málið nú, sigur føroyski landsliðsprofilurin at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald