Tað varð væntað, at H71-liðið fór at gera ein vørr í kvinnudeildini í ár. Men tað vóru helst ikki ikki mng ið væntaðu, at tað skuldu byrja so væl, sum tað hevur gjørt. H71 vann fyrst greitt á Kyndli, síðani noyddist Neistin at lúta, og í dag tað heilt yvirraskandi úrslitið: H71 vann á útivølli ímóti greipuvinnaranum í fjør.
VÍF er favorittur at vinna alt aftur í ár, og byrjaði eisini við at vinna stórsteypadystin ímóti Kyndli. Fult stigatal eftir tveir dystir var úrtøkan hjá vestmannakvinnum undan dystinum í dag.
Útiliðið byrjaði betri, og VÍF hevði trupult við at skora fyrstu løtuna. Tað leikaði tó javnt á allan 1. hálvleik, og í hálvleikinum var munurin tvey mál. VÍF tók leiðsluna fyri fyrstu ferð, tá tíggju minuttir vóru leiktir av 2. hálvleiki. H71 svaraði tó skjótt aftur, og tað var stórur spenningur í heilt til endans, tá hoyvíkskvinnur løgdu seg á odda við tveimum málum og avgjørdu dystin.
Ein frálíkur sigur hjá H71, ið nú er einsamalt oddalið.
Á Skála vann Neistin sannførandi sigur á StÍF. Heimaliðið megnaði ikki at hanga í Neistanum, ið nú er ájavnt við VÍF
3. umfar í SMS-deildini:
VÍF - H71 27-29 (12-14)
Toppskjúttar: Liljan Djurhuus 9, Marita Mortensen 9, Maria H. Weyhe 8
StÍF - Neistin 16-25 (10-15)
Toppskjúttar: Poula Dulavík Berg 4, Fríða á Dunga 6
(Hóskvøldið: Stjørnan - Kyndil 31-25)
Støðan:
H71 6
VÍF 4
Neistin 4
Stjørnan 3
StÍF 1
Kyndil 0
Hondbóltur
H71 basti greipuvinnaranum í Vestmanna
Hoyvíkskvinnur hava fingið eina frálíka byrjan uppá kappingarárið. Í dag gekk tað útyvir VÍF.
2018-10-07 16:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald