Hondbóltur

H71 smurdi kollfirðingar av

Hoyvíkingar høvdu stórsigur við sær heim úr Kollafirði í kvøld. H71 vann heili 28-15.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-24 22:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Oddadysturin í Burn deildini, sum er besta mansdeildin í hondbólti, í Kollafirði í kvøld, og lagt var upp til stóran spenning.

Men tað bleiv ongantíð spennandi. H71 var á odda 17-5 í steðginum, og vann dystin heili 28-15.

Hetta var ein dagur har lítið riggaði hjá KÍF, meðan hoyvíkingar við Paula Jacobsen í málinum, og brøðrunum Paula og Óla Mittún, settu kollfirðingar so dyggiliga uppá pláss.

Toppskjútti hjá H71 gjørdist Óli Mittún við sjey málum. Hans Eli Sigurbjørnsson var toppskjútti hjá KÍF við átta málum.

H71 og KÍF eru sostatt jøvn á fyrsta plássi í deildini við 14 stigum.

Í annaðkvøld er aftur dystur í Burn deildini, tá Neistin tekur ímóti VÍF í Høllini á Hálsi.

KÍF - H71 15-28 (5-17)

[object Object]

placeholder
placeholder