Fótbóltur

Håkan: - Skulu hava bóltin meira og flyta hann betri

Landsliðsvenjarin er ógvuliga væl nøgdur við tí orkuna, ið føroyska liðið fekk lagt í dystin leygarkvøldið, og at líknandi skal síggjast í morgin. Hann avdúkar eisini, at Sølvi Vatnhamar heldur ikki hesuferð kann byrja inni.

Håkan Ericson (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson (Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-11 13:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg eri imponeraður av fysiska støðinum hjá okkum í dystinum hjá okkum leygarkvøldið. Vit arbeiddu hart og við góðum inntensiteti allan dystin, og fysisku tølini hjá okkum fyri dystin, ið vit hava nú hava hugt eftir, eru flott. 

Hetta segði Håkan Ericson á stutta tíðindafundinum undan dagsins venjing. Landsliðsvenjarin kom eisini inn á, at tað et spæla við energi er alneyðugt hjá føroyska landsliðnum, tá vit prátaðu við hann eftir tíðindafundin. Landsliðsvenjarin nevndi eisini týdningin og viljan til at hava bóltin eitt sindur meira enn í undanfarna dysti og vera meira beinraknir í alveringsspælinum.

- Skotland er eitt ógvuliga ágangandi lið - tað mest aggresiva sum vit møta í ár ár. Tað er avgjørt pláss móti teimum, men vit mugu hugsa og spæla skjótt, segði sviin á tíðundafundinum, har hann eisini nevndi, at í dystinum millum liðini fyrr í ár vóru skotar ógvuliga effektivir, tí teir skoraðu uppá fýra útav seks skotum, ið komu á føroyska málið.

Hvat skal føroyska liðið gera í morgin, og hvat skal eydnast hjá skotum: 

- Vit skulu hava nakað av hepni við okkum í slíkum dystum, og so vísti dysturin leygarkvøldið, at vit noyðast at taka av møguleikunum. Vit skulu minimera feilir; vit gera nøkur mistøk í samband við málini móti Eysturríki, og slík góð lið revsa tað bara.

Håkan Ericson avdúkaði, at Sølvi Vatnhamar heldur ikki hesuferð kann byrja inni. 35-ára gamli leirvíkingurin hevur ein vøddaskaða og kom ikki inn leygarkvøldið. René Shaki Joensen fekk gult kort móti Eysturríki og hevur harvið leikvann til dystin í morgin. Sostatt skal ein heilt nýggjur maður inn á plássið í høgru síðu á miðvøllinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder