Fótbóltur

Håkan er tann sjeyndi í røðini

Tað er tann fyrsti sviin og tann sætti út av teimum sjey føroysku landsliðsvenjarunum, sum er útlendingur. Her er eitt yvirlit.

Håkan Ericson kemur inn til tíðindafundin í dag, har hann varð avdúkaður sum nýggur A-landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson kemur inn til tíðindafundin í dag, har hann varð avdúkaður sum nýggur A-landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-16 18:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani Føroyar fingu altjóða FIFA limaskap í 1988 hava seks ymiskir høvuðsvenjarar havt høvuðsábyrgdina av føroyska manslandsliðnum. Tríggir hava havt fyribils ábyrgd í einum dysti: Johan Nielsen og Jógvan Norbúð í seinasta dystinum í HM undankappingini í 1993 (0-4 fyri Rumenia á Svangaskarði) og Heðin Askham í venjingardysti í Íslandi í 2009 (2-1 sigur; tann fyrsti móti Íslandi nakrantíð).

Allan Simonsen og Lars Olsen, tvey sera stór nøvn í donskum fótbólti, hava verið við róðrið longst. Báðir í átta ár; Lars fekk tó tríggjar dystir fleiri. Lars Olsen fekk eisini ein sigur meira enn Allan, um venjingardysturin móti Gibraltar í 2014 verður taldur uppá.

Lars javnar metið fyri flestar skrásettar dystir- kann taka metið fyri flest sigrar (Undan Malta-dystinum)

Her er eitt yvirlit:

Páll Guðlaugsson (1988-1993):
Íslendingurin tók stóru uppgávuna á seg. Hann var framfýsin, og fekk leikararnar at trúgva uppá tað, tá farið varð undir fyrstu undankappingina í 1990. 12. september í Landskrona varð fótbóltssøga skriva, og árið eftir førdi Páll Føroyar til 1-1 javnleik í Belfast og í venjingardysti í Gundadali frammanfyri 5500 áskoðarum móti Turkalandi við Sepp Piontek sum venjara. Krútsterka Jugoslavia fekk eisini sína søk fyri í Landskrona. Í komandi undankapping gekk tó illa í hond, og Páll og FSF steðgaði samstarvið, áðrenn hon kom at enda. Síðani hevur íslendingurin stjórnað fleri feløgum í Føroyum og millum annað vunnið FM við GÍ.

Allan Simonsen (1994-2001):
Lítli danin var ein størstu fótbóltsleikarunum í Evropa í seinnu hálvu av sjeytiárinum. Hann var við at flyta føroyska landsliðið nógv fram ímóti aldarskiftinum. Nógvir góðir dystir vórðu leiktir undir Allani, og Føroyar vunnu allar dystirnar móti øðrum smátjóðum í undankappingunum: San Marino, Malta og Liktenstein. Javnleikir komu til høldar móti Skotlandi, Bosnia og Slovenia á heimavølli, og tá Allan Simonsen takkaði fyri seg í 2001, gjørdi hann tað eftir bestu undankappingina nakrantíð og við nógvum tárum. Allan Simonsen hevur síðani millum annað staðið á odda fyri Luksemborg.

Henrik Larsen (2002-2005):
“Den Store” var deildur toppskjútti til EM í 1992, tá hann vann gull við Danmark. Sum føroyskur landsliðsvenjari fekk hann tvey stig í tveimum undankappingum. Tað byrjaði við einum brakið á Svangaskarði móti Skotlandi: Tvær ferðir Jákup á Borg til John Petersen og 2-0 eftir 12 minuttir. Í somu undankapping vóru Føroyar ógvuliga tætt við at fáa stig móti silvurvinnarunum til HM-endaspæli 2020, Týsklandi. Eitt Hjalgrím Elltør-skot á stongina stutt fyri leiklok í Hannover (2-1) og tvey týsk mál heilt móti endanum á Tórsvølli (0-2) vóru tveir av mest minnisríku dystunum í tíðini hjá Henrik Larsen, ið síðani hevur verið lítið virkin sum venjari á høgum støði

Jógvan Martin Olsen (2006-2008):
Hópurin var so spakuliga í einari skiftistíð í seinnu undankappingini hjá Henrik Larsen, og tí hevði langtíðar hjálparvenjarin á landsliðinum, Jógvan Martin Olsen truplar umstøður, tá hann tók yvir. Fyrsti og higartil einasti føroyingurin sum er settur at standa á odda fyri landsliðnum fekk einki stig til høldar í undankappingini til EM 2008, og nøkur stórtap vóru ; 0-6 móti Gerogia heima og Skotlandi úti. Tó vóru glottar, og í juni 2007 spældu Føroyar tveir heilt góðar landsdystir á heimavølli; fyrst á Tórsvølli móti Italia (1-2) og síðani á Svangaskarði móti Skotlandi (0-2) Føroyingar vóru óhepnir at ikki fáa okkurt burturúr hesum dystunum, men stigið kom á heimavølli móti Eysturríki árið eftir, tá 19-ára gamli Bogi Løkin, sonur Landskrona-hetjuna Abraham Løkin, skoraði føroyska málið. Hetta var seinasti heimadystur hjá Jógvan Martini, ið nú er venjari hjá U19-landsliðnum.

Brian Kerr (2009 til oktober 2011)
Írin, ið fyrr hevði staðið á odda fyri írska landsliðnum, kom inn mitt í einari undankapping og fekk fyri tað mesta góð úrslit síni tvey ár. Sjey stig komu til høldar í fýra dystum á Svangaskarði: Sigrar á Litava og Estlandi og javnleikur móti Norðurírlandi. Liðið spældi ikki flótandi fótbóltsspæl men var væl við í so at siga øllum dystunum, og Kerr var væl dámdur millum fólki

Lars Olsen (november 2011 – 2019)
Danin, ið var tann fyrsti til at lyfta EM-steypið í Goteborg í 1992, hevði eina svingandi byrjan. Dysturin móti Svøríki á heimavølli í 2012 var nær við at geva stig, men tað var tvey ár seinni, at Lars Olsen “fekk sítt gjøgnumbrot”. 1-0 sigurin á Grikkalandi í Piræus vakti stóran ans kring alt Evropa, og 2-1 sigurin eitt vakurt juni-kvøld á Tórsvølli í 2015 var eisini ein stór løtu undir Lars. Í næstu undankappingini settu Føroyar stigamet, níggju stig í einari undankapping, við millum annað einu 2-0 sigri í Lettlandi og enn einum góðum avrikið og stigi móti Ungarn. Seinasta stóra árið hevur tað ikki gingið serliga væl; ein heldur skuffandi Nations League og nógvir greiðir ósigrar í farnu EM-undankappingini. 1-0 sigurin á Malta í oktober var tó eitt virðiligt punktum á Tórsvølli fyri mannin, ið var umráðandi í tilgongdini at hava bóltin meira og mynda dystin meira

Håkan Ericson (2019-)
Fyrsti sviin sum verður oddamaður skal nú royna at menna landsliðið og føroyskan fótbólt víðari. Hann varð kunngjørdur í FSF-húsinum á middegi í dag. Partarnir hava gjørt ein fýra-ára sáttmála, og maðurin sum førdi svenska U21-landsliðið til EM-gull í 2015, við leikarum sum til dømis Victor Lindelöf, hevur sína fyrstu landsliðssavnan í mars.

Les meira um Håkan: 
Teoretikari og góður pedagogur
Pápin førdi Svøríki til tvey endaspøl

Sí eisini: 
Myndir: Nýggjur A-landsliðsvenjari
Video: - Altíð havt áhuga at koma til Føroya


Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder