Hann er fáorðaður, men er als ikki skorin fyri tungubandið. Maðurin, sum leiddi svenska U21 landsliðið til meistaraheitið í EM 2015, stendur nú sum nøgdur høvuðsvenjari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum.
- Eg eri sum so nøgdur, men tungt at missa 1-0 leiðsluna
Hann ásannar, at sjálvandi vildu teir í føroysku leguni ynskt trý stig.
- Vit eru uppi móti einum sterkum fótbóltsliðið, sum er sera spælsterkt og sum hevur bóltin nógv. At vit ikki bara liggja og verja, men skapa nógvar støður, kunnu vit ikki annað enn at vera nøgdir við, sigur Håkan Ericson.
- Tað er altíð tungt at missa eina leiðslu í dystinum, men eg kann ikki siga, at eg haldi úrslitið vera órættvíst, leggur svenski venjarin afturat.
Tað vóru nógvar støður í dystinum, har Føroyar vóru leikliga omaná. Høvdu føroysku stríðsmenninir hava nakað av hepni við sær afturat, so hevði staðið øðrvísi til. Sagt við øðrum orðum: leikliga var tað nærri við at gerast 2-1 til Føroyar, heldur enn hinvegin.
Tað var tann eina støðan, har Norðurmakedónia mundi lagt seg framum, men Andrias Edmundsson tveitta seg fyri bóltin og noktaði mótstøðumonnum eitt mál.
- Tað snýr seg um heildarmyndina og javnvág
Tað munnu ikki hava verið heilt fá sum lyftu eygnabrýr, tá leikaralistin kom út. Millum teir fyrstu ellivu var Samuel Chukwudi, har flestu fótbóltsáhuga høvdu væntað at sæð Hørð Askam. Umframt ta broytingina, var Adrian Justinussen heldur ikki millum teir fyrstu ellivu. Vit skiftu orð við landsliðsvenjaran um hesar undranarsomu avgerðir.
Hvørjar tankar hevur tú gjørt tær, nú tú valdi at byrja uttan Adrian og Hørð?
- Hørður hevur skift felag í summar, har tað eisini fyllir nakað. Samuel Chukwudi, sum hevur víst øgiliga javnar og støðugar dygdir seinastu tíðina, skal eisini fáa møguleikan.
Samuel Chukwudi hevur havt ávísar leikligar avbjóðingar, men soleiðis er ofta við yngru spælarunum. Tað ásannar landsliðsvenjarin eisini, men trýr uppá, at valið at byrja við avleveringssterka Samuel Chukwudi, tænti sínum endamálið, hóast hann varð útskiftur í hálvleikssteðginum.
Viðvíkjandi Adriani Justinussen, so er talan um taktiskar orsøkir, tá hann varð frávaldur millum teir fyrstu ellivu.
- Adrian er ein ótrúliga dygdargóður spælari, men hann er av avgerandi týdningi, tá spælið er etablerað til okkara fyrimun. Vit vóru eitt sindur varnir at byrja við, men mettu okkum vera offensivt meir vandamiklir sum dysturin leið, og tí kom Adrian inn seinni.
- Tað valdar ein sunn kapping um plássini á landsliðnum, og tá alt kom stykkis, so er tað yvirskipaða orsøkin til broytingarnar á liðnum. Tað snýr seg um at hava javnvág í heildarmyndini, sigur Håkan Ericson við Portalin at enda.
Nations League Deild C, bólkur 4
1. umfar, leygardagin 07.09
Føroyar - Norðurmakedónia 1-1 (1-0)
Viljormur Davidsen, br. 8' 1-0
Enis Bardhi, br. 49' 1-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald