Hondbóltur

Hákun West av Teigum á ársins liði í donsku deildini

Føroyski høgri vongurin er millum teir sjey á ársins liði í HTH deildini.

2023-05-26 12:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ársins lið í Danmark er kosið, og millum teir sjey er føroyski høgra vongurin, Hákun West av Teigum.

Hann fekk 52 prosent av atkvøðunum á sínum plássið.

Leikararnir í HTH liguni, 1. deild og danir sum eru yrkisleikarar í útlondum hava valt liðið.

At Hákun West av Teigum er ein av teimum bestu, er eingin ivi um. Hann er eisini í uppskoti til ársins høgra vong í EHF Excellence Awards 2023.

Vinstri vongur: Bjarke Christensen, KIF Kolding, 67% av atkvøðunum

Vinstri bakkur: Simon Pytlick, GOG, 77% av atkvøðunum

Spælskipari: Thomas Arnoldsen, Skanderborg Aarhus Håndbold, 43% av atkvøðunum

Høgri bakkur: Emil Madsen, GOG, 75% av atkvøðunum

Høgri vongur: Hákun West av Teigum, Skanderborg Aarhus Håndbold, 52% av atkvøðunum

Strikuspælari: Lukas Jørgensen, GOG, 80% av atkvøðunum

Málmaður: Christoffer Bonde, Skjern Håndbold, 53% av atkvøðunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder