
Byrjanaruppstillingin hjá KÍ :
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg – Luc Kassi
Mest eyðsæð er, at Hallur Hansson avloysir Deni Pavlovic. Serbin hevur ávísar trupulleikar í lærkrikanum, og 31-ára gamli føroyski miðvallarin avloysti hann til 2. hálvleik í Budapest. Tað var hansara fyrsti dystur fyri KÍ og fyrsti dysturin í Champions League yvirhøvur hjá Halli.
Hann hevur nú sín fyrsta heimadyst í Klaksvík á skránni, og tað var nakað av tí, sum hann kom inn á í samrøðuni við Portalin í gjár.
Sí eisini:
(Video): Hallur Hansson: - Man hevur eina sterka trúgv uppá tað
Hallur Hansson spældi fyri fyrstu ferð fyri KÍ
Á bonkinum eru millum annað Patrick da Silva, Heini Vatnsdal, Deni Pavlovic, Sivert Gussiås og nú eisini Óli Eyðsteinsson Poulsen.
Páll Andrasson Klettskarð og Mads Boe Mikkelsen eru ikki nóg birgir til at spæla.
Fyrsta bríksl við Djúpumýrar í fyrra dystinum í 2. umfari í Champions League er klokkan 19.45. Vit eru á staðnum við ymiskum tilfari. Kringvarpið vísir dystin.
Dagført: 18.50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald