
- Tað er so gott sum liðugt, sigur Sølvi Símunarson úr Ítróttarfelagnum Frælsi, sum skipar fyri hálvmaratoni úr Gásadali til Sandavágs í dag.
Hann sigur, at alt hevur gingið væl. Fleiri fongufólk fóru ov tíðliga avstað frá byrjunarstaðnum, men at tað ikki hevði nakað at siga.
- Gangingin er meira ætlað til, at fólk kunnu luttaka sosialt saman, sigur Sølvi. Í fjør høvdu allir luttakarar eitt kipp (en: Chip) í skógnum, sum tíðin varð tald við, men tann tøknin varð ikki brúkt í ár. Søldi heldur tó ikki, at tað var grundin til at gongufólk fóru ov tíðliga avstað.
- Eg havi tosað við fleiri, sum søgdu at tað var bara nakað kalt at bíða, og tí fóru tey bara avstað, greiðir hann frá. Hann hevur ikki kenslu av, at gongufólkið hugsa um tíðina og hóast kippið aftur verður brúkt næsta ár, verður tað einans rennarinir, sum fara at brúka tað.
Annars sigur Sølvi, at næstan túsund fólk luttóku í maratoninum.
- Vit pakkaðu 986 byrjunarpakar, so tað er næstan túsund fólk, sum hava luttikið, sigur hann at enda.
Les eisini: Danskur vinnari á Føroya Vakrasta hálvmaratoni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald