Chisinau, Moldova (Portalurin): Dystardagur er í moldoviska høvuðsstaðmnum, og tað merkiskt - ó øllum førum millum føroyingar.
Føroyska manslandsliðið skal royna at gera tað, sum ikki eydnaðist á Tórsvølli leygarkvøldið og móti Moldova í 2023 og her í 2021: Vinna.
Les eisini: Moldova so at siga bara vunnið stig móti teimum vánaligastu í Evropa
Myndir: Noyðast at fara eftir øllum í Moldova
Hoyr eisini: Aron Benjaminsen kann fáa ein jokaraleiklut í Moldova
Føroyska liðið fer at hava stuðul frá eini 100 føroyskum áskoðarunum. Talan er um bæði fólk úr fótbóltnevndunum og fólk úr ymiskum fyritøkum, sum eru firmatúr.
Hesi fara at merkjast á moldoviska tjóðarleikvøllinum, har roknað ikki verður við so nógvum áskoðarum. Føroyingar fara eisini at hita upp saman frá klokkan 16 lokala tíð á Draft Arena, sum er stað tætt við Zimbru leikvøllin.
Sí eisini: Útvið hundrað føroyingar vera á áskoðaraplássunum í Moldova
Portalurin fer at hava liveblogg við myndum í tímunum upp til og undir dystunum, Aftaná taka vit saman um.
Á FM1 reikar Trygvi Absalonsen fyri upptakt klokkan 13 føroyska tíð, har Tróndur Arge verður ein av gestunum. Frá klokkan 16.30 verður sent beinleiðis avZimbru leikvøllinum, har annar Nations League-dysturin í ár er á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald