Fótbóltur

- Aron Benjaminsen er til reiðar til ein jokaraleiklut í kvøld

Landsliðsvenjarin setur í FM1-samrøðum orð á nýggjasta og yngsta A-landsliðsspælaran. Eyðun Klakstein roynir partvíst eisini at taka trýstið frá egnum liði og leggja tað á Moldova, sum ikki hevur vunnið síðani í Andorra í november 2024.

2026-09-29 13:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Chisinau, Moldova (Portalurin): - Hann hevur nakrar sereginleikar, og tí er hann eisini við. Aron er til reiðar til ein leiklut í kvøld - sum jokari.

Hetta segði Eyðun Klakstein í samrøðu við Trygva Absalonsen á Zimbru leikvøllinum í gjár 

Landsliðsvenjarin endurtók áleið tað sama, tá hann í tíðindasending á FM1 í dag tosaði við Árna Gregersen

18-ára gamli strandingurin verður í hópinum í kvøld - hann spældi U21-landsdyst fríggjakvøldið og skoraði tvey mál. Hetta var fyrsti dystur hjá Aroni Benjaminsen í ein mánaða - síðani stóra skiftið úr Víkingi til Hearts

[object Object]
Aron Benjaminsen til sína fyrstu landsliðsvenjing, sum var á Zimbru leikvøllinum mánakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Myndir: Noyðast at fara eftir øllum í Moldova

Í mun til, hví Aron Benjaminsen ikki varð úttikin til A-landsliðið beinanvegin, staðfestir Eyðun Klakstein, at júst tað at ungi vongurin ikki hevði spælt í eina tíð, var við í avgerðini um U21 fyrst.

Aron Benjaminsen: Tvey mál og stigamet í gjár - nú úttikin til A-landsliðið: - Hetta er fantastiskt

Les eisini: Miðlarnir sleppa ikki at tosa við Aron Benjaminsen

Annars hevur Eyðun Klakstien í samrøðuni í dag og á tíðindafundinum í gjár roynt at lagt trýstið á Moldova, lægst styrkismetta liðið í bólkinum:

- Hetta síggja teir sum teirra stóra møguleika at vinna í hesi kappingini, og tað verður púra vist torført hjá okkum. Vit fara tó sjálvandi eftir at vinna

Sí eisini: Seinastu tvey árini: Moldova so at siga bara vunnið stig móti teimum vánaligastu í Evropa

Føroyar og Moldova spæla klokkan 17. FM1 sigur frá og Portalurin hevur beinleiðis blogg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder