
Tað var stórur spenningur millum føroysk hondbóltsáhugaði í seinastu viku, tá tað gjørdist greitt, at Jóhan á Plógv Hansen varð innkallaður til danska HM-hópin. Orsøkin var, at 37-ára gamli vongurin Hans Lindberg var vorðin skaddur. Tìskil vóru boð eftir 24-ára gamla føroyska vongleikaranum úr Bjerringbro-Silkeborg.
Jóhan hevur gjørt tað gott í venjingardystunum ímóti Ungarn. Tað var ivamál um Hans Lindberg fór at koma ordiliga fyri seg eftir at hava fingið slysni (eina forstrekning) í tjúkkan. Men í gjár segði Hans Lindberg, at hann merkti einki eftir venjingina, og at hann kennir seg 100% til reiðar at spæla.
Harvið kemur royndi høgri vongurin helst í spæl í fyrsta dystinum móti Kili í Keypmannahavn í annaðkvøld. Jóhan á Plógv Hansen verður verandi saman við hópinum til fríggjadagin, áðrenn hann allarhelst fer heim til felagið. Fyrrapartin segði Jóhan á Plógv í viðtalu við Góðan Morgun Føroyar, at hann sjálvandi hevði ynskt at spælt í HM, men at hetta vóru klassaleikarar og fyrimyndir, ið vóru í hópinum. Jóhan sló fast, at hann hevur notið hvørt sekund higartil í fyrireikingunum.(Jóhan á Plogv Hansen hevur verið partur av fyrireikingunum hjá danska HM-hópinum seinastu dagarnar)
Danmark er, saman við Týsklandi, vertur fyri HM-endaspælinum. Tveir dystir eru á skránni á fyrsta degnum í morgin, har bæði vertslondini skulu í eldin. Meira um HM-endaspælið verður at lesa seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald