Annað

Heilt ymiskar uppgávur hjá NSÍ og B36

Í kvøld spæla bæði B36 og NSÍ í fyrsta undanumfarinum í Evropa League.

B36 skal í kvøld dystast við OFK Titograd Podgorcia í Gundadali. Myndin er frá 1-1 javnleikinum ímóti St Josep's fyri tveimum vikum síðani
(Mynd: Sverri Egholm)

B36 skal í kvøld dystast við OFK Titograd Podgorcia í Gundadali. Myndin er frá 1-1 javnleikinum ímóti St Josep's fyri tveimum vikum síðani (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-12 15:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 vann eftir brotssparkskapping ímóti St Joseph’s í Preeliminary Round, og skal tískil spæla í fyrsta undanumfarið nú. NSÍ traðkar sum steypavinnari inn í kappingina nú. NSÍ vann steypafinaluna í fjør ímóti júst B36.

B36 er á heimavølli, NSÍ skal spæla fyrra dystin á útivølli. B36 hevur mótstøðulið úr Montegnegro, NSÍ er í Edinburgh. Dysturin í Gundadali í kvøld verður mettur at verða ein 50-50 dystur, í Skotlandi er heimaliðið stórfavorttur ímóti runavíkunum.

Les eisini: Klæmint A. Olsen: Trúgva fult og fast uppá at vit kunnu yviraska

Í NSÍ-hópinum vita teir, at teir skulu avrikað sítt maksimala. Venjarin hjá NSÍ, Sámal Erik Hentze, segði á tíðindafundinum í gjár, at teir fara eftir at skapa undrið. Liðformaðurin, Klæmint A. Olsen segði í samrøðu við Portalin, at teir trúgva fult og fast uppá tað.

Í B36 vita teir, at møguleikin er til staðar. Jákup á Borg segði við okkum í gjár, at nú eigur B36 at toppa, og at teir eru væl fyri til uppgávuna. Sambært Meinhardi Olsen, stendur B36 væl til hetta liðið. Báðir vita at hetta verður sera trupult, men tað verður farið eftir sigrinum í Gundadali í kvøld.

Les eisini: B36 havt seinastu venjingina - Vit eiga at toppa nú

Tað er ein greiður munur á UEFA-styrkislistanum, tá vit hyggja eftir hvussu deildirnar eru styrkismettar. Skotland er nummar 26, og Montenegro er nummar 44. Føroyar eru nummar 51, og í roynd og veru ikki so ógvusliga nógv stig frá Montenegro.

OFK Titograd Podgorcia vann deildina í Montenegro í 2016, og hevur fyri stuttum vunnið steypakappingina. Liðið hevur luttikið fleiri ferðir i Evropa seinastu árini; liðið er komið víðari frá fyrsta undanumfarið í Evropa League tríggjar ferðir. Liðið hevur havt navnið FK Mladlost Podgorcia síðani borgarakríggið í  1992, men í seinasta mánaði varð skift yvir aftur til gamla navnið: OFK Titograd Podgorcia. Titograd var navnið á býnum, sum nú eitur Podgorcia,  frá 1946 til 1992. Býrurin var uppkallaður eftir jugoslaviska leiðaranum, Joseph Tito.

Les eisini: Meinhard E. Olsen: Væl stillaðir til hetta liðið

Áhugavert er, at áleyparin Ivan Knezevic hevur verið í hópinum hjá Titograd seinasta hálva árið. Hann var á Argjum eitt stutt skifti í vetur, men sáttmálin varð uppsagdur stutt áðrenn kappingarárið. Í AB varð mett, at hann ikki gjørdi nóg stóran mun. Sambært heimasíuni Transfermarket, er 32-ára gamli Knezevic  tó ikki í hópinum longur.

Hibernian hevur luttikið í Evropa League/UEFA Cup fimm ferðir hesa øldina. Liðið er hvørjaferð sligið út í fyrstu roydini; m.a. fyri tveimum árum síðani ímóti Brøndby. NSÍ hevur ofta luttikið í hesara kappingini hesa øldina. Runavíkingar eur ongantíð komnir víðari, men hava millum annað ein sera góðan javneik íóti Fulham á Svangaskarði. Í 2008 vann NSÍ heimadystin ímóti Dinamo Tblisi í Champions League undankappingini. Liðið hjá fyrrverandi miðvallaranum, Neil Lennon, verður ein stórur biti í kvøld. Hibs, sum liðið veðrur nevnt, van skotsku steypakappingina í 2016.

Báðir dystirnir kunnu stroymast; dysturin hjá B36 á livestream hjá FSF(39 kr.), og dysturin hjá NSÍ á heimasíðuni hjá Hibernian(75 kr.) Tann dysturin verður eisini vístur í Løkshøll. Eini 60-70 føroyingar eur í Edinburgh til dystin.

Vit á Portalinum verða til staðar í Gundadali í kvøld, har myndir og frásøgn frá dystinum verða lagt út. Til ber at fylgja støðuni á forsíðuni, og eftir dystin hava vit samrøður.

Evropa League fyrsta undanumfar, fyrri dysturin:

19.00 B36 Tórshavn – OFK Titograd Podgorcia

19.45 : NSÍ Runavík Hibernian - F.C.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder