- Eitt hemsmet hopi eg uppá. Og harvið gull í "ein minutt". Í 1000 metrum er tað eitt sindur soleiðis, at eg vóni at fáa eitt heiðursmerki.
Vár: - Málið er heiðursmerki og heimsmet
Hetta segði Vár Guriardóttir Hansen, tá havnarkvinnan vitjaði FM1 hósdagin. Tveir dagar seinni livdi hon upp til hetta til HM í inniróðri.
Heimsmeistar í "1 Minute" við at rógva við 368 metrar innan ein minutt og í "Mixed Double" saman við sveisarin Loic Schalbetter, umframt bronsu á 1000 metrum við tíðini 3.15,6 min.
![]()
Vár G. Hansen verður fagnað eftir enn eitt frálíkt avrik (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vár, sum summi hava skýrt "Queen of Indoor Rowing", setti eisini heimsmet í greinini, har man rør í ein minutt. Har megnaði hon at rógva heili 368 metrar, sum eingin onnur kvinna í aldursbólkinum - ella í heiminum yvirhøvur - hevur gjørt.
Sterki rógvarin staðfesti í síðstu viku, at henni best dámar teir stuttu og eksplosivu teinarnar. Nù verður talan um ein stuttan stegð hjá henni.
Sí eisini: Átta føoysk HM-heiðursmerki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald