Fótbóltur

Her er føroyska liðið

Tær báðar broytingarnar í mun til dystin móti Wales eru í høgru síðu: Marita á Fríðriksmørk og Olga Kristina Hansen eru hesaferð við frá byrjan. Lív Arge Poulsen er til reiðar at byrja inni.

Jacoba Langgaard byrjar aftur í kvøld á føroyska miðvøllinum - Evy á Lakjuni er hesaferð á bonkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Jacoba Langgaard byrjar aftur í kvøld á føroyska miðvøllinum - Evy á Lakjuni er hesaferð á bonkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-03 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld klokkan 18 spælir føroyska A-landsliðið við kvinnum næsta dystin í undankappingini til EM 2021. Mótstøðuliðið er Hvítarussland, sum í løtuni er nummar 54 á seinasta dagførda styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar eru nummar 85.

Dysturin verður leiktur í býnum Borisov, og fyrsta bríksl er klokkan 18.

Les eisini: Føroysku kvinnurnar skulu reisa seg í Hvítarusslandi

Í mun til dystin móti Wales eru tvær broytingar á føroyska liðnum. Marita á Fríðriksmørk avloysir Juliu Naomi Mortensen í verjuketuni, og Olga Kristina Hansen kemur inn fyri Evy á Lakjuni á miðvøllinum. Spurningurin er so, um tær báðar fara beint inn á plássini í høgru síðu, ella um nakrar flytingar verða. Føroyar spæla helst á hendan hátt - í einari 4-5-1 leikskipan:  

Anna Sunadóttir Hansen - Martita á Fríðriksmørk, Lív Arge Poulsen, Durita Hummeland,  Katrina Akursmørk - Olga Kristina Hansen, Jacoba Langgaard, Ansy Sevdal Jacobsen, Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen - Heidi Sevdal.

Lív Arge Poulsen var ivasom, eftir at hon varð skift út móti Wales. Men baklærið er í so mikið góðum standi, at miðverjin kann byrja inn. 

Eykaspælarar frá byrjan verða Monika Biskopstø, Annika Ragna Christiansen, Sanna Svarvadal, Julia Naomi Mortensen, Evy á Lakjuni, Jónvá Hentze, Rebekka Fjalsá Benbakoura, Sara Samson Lamhauge og Sarita Maria Mittfoss.

Dysturin kann síggjast á Rás1 hjá Televarpinum. Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder