Fótbóltur

Her er hópurin til fyrstu undankappingardystirnar

Føroysku kvinnurnar skulu seinast í mánaðinum spæla ímóti Póllandi og Rumenia - talan er um eitt ungt landslið.

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og Maria Halsdóttir Weyhe, her í dysti fyri U19-landsliðið í summar,  eru báðar úttiknar til A-landsliðið (Mynd: Rankinis)

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og Maria Halsdóttir Weyhe, her í dysti fyri U19-landsliðið í summar, eru báðar úttiknar til A-landsliðið (Mynd: Rankinis)

2019-09-04 15:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltssambandið boðar seinnapartin frá, at landsliðsvenjararnir Ágúst Johannsson og Sophus Dal Christiansen hava úttikið liðið tiil EM-undankappingardystirnar í september móti Póllandi og Rumenia.

16 leikarar eru við, og nógvar eru heilt ungar, tá hugsað verður um, at talan er um A-landslið. Fýra av hesum vóru á U19-landsliðnum, sum í summar spældi EM-kapping í Litava, og fleiri av kvinnunum eru áleið 20-ára gamlar. 

[object Object]
Systrarnar Súna og Bára K. Hansen eru báðar úttiknar (Mynd: Sverri Egholm) 

Tríggir av leikarunum hava sína dagligu gongd í donskum feløgum, og Marianna Geirsdóttir Eystberg, ársins leikari farna kappingarár, venur í løtuni við Ajax København, ið hon allarhelst fer at umboða skjótt. 

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, H71
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin

Útileikarar:
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Durita Toftum, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Tóra Eliasen, Stjørnan
Guðrið á Borg, H71
Halla Midjord, Kyndil
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Lív S. Poulsen, Ikast-Herning
Kristianna Henneberg Joensen, Skanderborg
Marita Mortensen, H71
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil (Ajax København)
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Bára Krossteig Hansen, Kyndil

Talan er um fyrstu uppgávurnar í EM-undankappingini. Føroyska liðið skal spæla á útivølli í Kwidzyn í Póllandi tann 25. september og á heimavølli í Høllini á Hálsi móti Rumenia tann 29. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder