
Lutakastið til bólkaspælið í Champions League er fyri løtu síðani av. Tey 32 liðini vórðu soleiðis uppbýtt:
Bólkur A: PSG, Real Madrid, Club Brugge, Galatasaray.
Bólkur B: Bayern Munchen, Tottenham, Olympiakos, Reyða Stjørna
Bólkur C: Manchester City, Shakhtar Donetsk, Dinamo Zagreb, Atalanta.
Bólkur D: Juventus, Atletico Madrid, Bayer Leverkusen, Lokomotiv Moskva
Bólkur E: Liverpool, Napoli, Salzburg, Genk
Bólkur F: Barcelona, Borussia Dortmund, Inter, Slavia Prag
Bólkur G: Zenit Saint Petersburg, Benfica, Lyon, RB Leipzig.
Bólkur H: Chelsea, Ajax, Valencia, Lille.
Tann seinasti bólkurin er tann, sum á pappírinum er tann tættasti. Chelsea og Ajax eru favorittar, men tað kann gerast spennandi til seinasta leikdag. Aðrastaðni er eitt lið, ella tvey, ið sær greitt sterkast út. Hyggjast kann tó eftir bólki F, har spurningurin er, um Inter fær bjóða Barcelona og Dortmund av. Í bólki G er eingin greiður favorittur. Eingin "Droup of Death" er á pappírinum
Í samband við lutakastið varð Virgil Van Dijk kosin ársins leikari av UEFA. Verjuleikarin hevði ein sera týðandi leiklut í, at Liverpool vann Champions League.
Fyrstu dystirnir verða leiktir 17. og 18. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald