Hondbóltur

Her eru málskjúttarnir frá finaluni hjá monnum

Danin við stóra skegginum hjá Neistanum avgjørdi finaluna og gjørdist toppskjútti í dystinum saman við viðleikara. Málverjin hjá Kyndli varð valdur til besta leikara av landsliðsvenjaranum.

Tórður Guttesen leikti ein frálíkan dyst, men fekk akkurat ikki steðgað Rasmus Søby
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Tórður Guttesen leikti ein frálíkan dyst, men fekk akkurat ikki steðgað Rasmus Søby (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-23 18:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri løtu síðani vann Neistin grannafinaluna við málið í evstu løtu . Tað var 34-ára gamli danin, Rasmus Søby, ið avgjørdi finaluna. Hann og høgri vongurin, ið skýtur við høgru hond, gjørdist toppskjúttar fyri Neistan og skoraði samstundis flest mál í finaluni.

Tórður Guttesen í Kyndla-málinum leikti sera væl, og hann varð eftir dystin kosin til dagsins leikara av landsliðsvenjaranum, Sonna Larsen. 

Kyndil - Neistin 22-23 (8-9)

Málkskjúttar í finaluni:


Kyndil: 

Bartal Klein Olsen 4
Hjalti Mohr Jacobsen 4
Thomas Pauli Hanusarson 4
Dávid Edvardsen 3
Rógvi Dal-Christiansen 2
Ólavur á Flørum Mittún 2
Tróndur Wardum 2
Høgni Klein Olsen 1


Neistin: 
Rasmus Søby 6
Karl Martin Olsen 6
Pætur Mikkjalsson 3
Rune Olsen 3
Tróndur Kragesteen 2
Dánjal Ragnarsson 2
Høgni Zachariassen 1


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder