Fótbóltur

Hesi gjørust ársins fimleikarar

Á Fimleikagalla í Bylgjuni í Runavík í gjárkvøldið vóru ársins heiðrar latnir.

(Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)

(Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)

2022-06-18 22:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fimleikagalla var í Bylgjuni í Runavík í gjárkvøldið, og tá vóru ársins heiðrar eisini latnir. 

Niðanfyri sæst hvørji vórðu heiðraði og hvussu dómsnevndin velur at lýsa tað:

[object Object](Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)

Ársins amboðsíðkari hjá monnum

Hjálmar Allansson Dalsgarð úr Havnar Fimleikafelag

- Um tað er ein føroyskur fimleikari, sum kann sigast at hava natúrtalent innan fimleik, so er tað hann. Roynir hann nakað nýtt, megnar hann tað altíð eftir heilt fáar royndir. Hettar talentið bakkar hann eisini upp við hørðum og miðvísum arbeiði, og tað verður alt víst fram við góðum kappingarúrslitum. Hann vann All-around til seinasta FM og er eisini millum bestu fimleikarar í Norðurlondum í rekk.


[object Object](Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)

Ársins amboðsíðkari hjá kvinnum

Astrið Nanly Breckmann úr Havnar Fimleikafelag

- Ferð eftir ferð hevur hon prógvað at hon er ein av dugnaligastu amboðsfimleikarunum í Norðanlondum. Hon leggur støðið fyri føroyskan amboðsfimleik frameftir, og úrslitini tala fyri seg. Hetta seinasta árið hevur hon sannførandi luttikið í bæði DM og EM.


[object Object](Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)

Ársins drakt

Smágenturnar Ara úr Ljósinum

- Ljós, gleði og positivt. Tað eru orð, ið kunnu lýsa draktina hjá hesum liðið. Guli liturin er sum sólaris, blái liturin, sum himmal og hav, og reyðligi liturin, sum sólsetur. Sangurin snýr seg um at dansa og syngja og síggja tað góða í einum regndegi. Og hetta livir draktin upp til, tí vit vita, at tá tað slítur í, skýnur sólin aftur.


[object Object](Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)

Ársins venjari á kvinnusíðuni

Camelia Mihaela Mindricel úr Havnar Fimleikafelag

- Trupult er at finna ein venjara, sum er meira nærlagdur enn hon. Hon hevur sín uppruna í heilt aðrari fimleikamentan, sum hon hevur tikið við sær hendan vegin, samstundis sum hon eisini hevur megnað at fáa føroyskar fimleikararar at taka hesa mentan til sín. Hon krevur nógv av sínum íðkarum, samstundis sum hon gevur nógvar ferðir meira aftur. Hon er fremsta orsøkin til at føroyskur amboðsfimleikur á kvinnusíðuni nú ger seg galdandi á alltjóða pallinum.


[object Object](Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)

Ársins venjaratoymi

Guðrun og Gertrud Tórsdóttir úr Ljósinum

- Tær elska fimleikin. Hóast ungar, so eru hesar tvær eldsálir í felagnum, sum vit eru sera fegin at hava hjá okkum. Tær eru nærlagdar og dugnaligar og duga at taka fimleikin í størsta álvara, men tær duga eisini at taka stuttleikan við. Teirra lætta lyndi ger venjingarnar til eitt spæl, og hetta er uttan iva ein av orsøkunum til menningina, sum liðið hjá teimum hevur verið ígjøgnum. Tær hava megnað at byggja eitt lið upp, - eitt lið, sum vann FM 2022.


[object Object](Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)

Ársins stjørnuskot

Pinkur Aura úr Klaksvíkar Fimleikafelag

- Hetta er fyrsta árið, at felagið hevur eitt estetiskt lið við í kappingini. Pinkurnar hava ígjøgnum árið støðugt ment seg og endaðu árið við einum flottum úrsliti. Tær blivu nomineraðar á fleiri heiðrum og er hetta sera flott hjá einum so nýggjum liðið. Vit eru tí øll samd um at tær skulu fáa ársins stjørnuskot heiðurin 2022.


[object Object]

Ársins seria

Smágenturnar Ara úr Ljósinum

- Hon er væl skipað, og saman við drakt og tónleiki er talan um eina samansjóðaða eind, sum rúnarbindur áskoðarin. Henda heildin gjørdi, at liðið vann FM 2022.


[object Object](Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)

Ársins venjaratoymi á mannfólkasíðuni

Djóni Sakarisson, Tóki Strøm og Óli Joensen úr Havnar Fimleikafelag

- Teir hava drúgvar royndir sum bæði venjarar og íðkarar, og av somu orsøk bjóða teir yngra ættarliðnum eina serstaka venjing, sum fer at vinna teimum heiðursmerkir her heima, í Norðanlondum og á enn hægri støði seinni. Teir leggja stóran dent á at yngru fimleikararnir stuttleika sær til venjing samstundis við at teir venja móti at teljast millum bestu fimleikarar.


[object Object](Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)

Ársins lið 2022

Smágenturnar Ara úr Ljósinum

- Liðið hevur verið nakað heilt fyri seg í kappingini. Hóast unga aldur teirra, eru hesar smágentur greipuvinnarar, vunnu FM og seinnu Steypakappingina. Vit gleða okkum at síggja liðið aftur komandi kappingarár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder