Portal Play er heitið á nýggja stroymingarpallinum hjá Portalinum, og nú er greitt at Burn deildin, SMS deildin og Faxi Kondi-kappingin, sum er steypakappingin, vera víst á pallinum.
Landskappingin og steypakappingin í hondbólti hevur seinastu árini havt heimavøll á HSF Live, men flytur nú inn á nýggja stroymingarpallin hjá Portalinum.
- Í summar hava vit gjørt royndir við at stroymt endaspøl hjá ungdómsliðum umframt at vit stroymdu frá dystunum í Wenzel Nordic Cup. Hetta riggaði sera væl og undirtøkan var góð. Tí gleða vit okkum til kappingarárið byrjar og vit veruliga koma í gongd, sigur Bárður Kass Nielsen, stjóri í Miðlum, sum eigur og rekur Portalin og FM1.
- Vit eru fegin um nýggja samstarvið við Portalin, sum man vera ein hin mest vitjaða føroyska heimasíðan. Portalurin hevur kastað nógv ljós á føroyskan hondbólt seinastu árini og vit síggja enn fleiri góðar møguleikar við nýggja samstarvinum, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum.
Elddópurin hjá Portal Play verður um vikuskiftið nú kappingarárið byrjar. Lagt verður fyri í SMS-deildini við dysti millum Neistan og EB. Leygardagin spæla kvinnuliðið og mansliðið hjá Kyndli móti ávikavist Stjørnuni og Team Klaksvík.
Hetta fyrsta umfarið verður tað tó ókeypis at hyggja við at stovna sær brúkara.
Tað fer at bera til at tekna sær einstakt hald til annaðhvørt hondbólt ella flogbólt og til ber eisini at tekna til bæði samstundis. Harumframt ber til at keypa sær atgongd til einstakar dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald