Kappróður

Í dag skal Sverri rógva í HM-finaluni

Fríggjadagin endaði miðvingurin á einum 2. plássi í hálvfinaluni, og klokkan 13.46 skal hann rógva í finaluni, sum verður víst á stórskíggja í Vágsbotni..

Sverri Sandberg Nielsen (Savnsmynd: EPA)

Sverri Sandberg Nielsen (Savnsmynd: EPA)

2019-09-01 12:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin tryggjaði miðvingurin, Sverri Sandberg Nielsen sær eitt pláss í finaluni í HM í Eysturríki umframt eitt pláss í OL í Tokyo, sum verður næsta ár.

Les eisini: Sverri hevur róð seg til OL

Sverri Sandberg Nielsen endaði á einum 2. plássi í hálvfinaluni við tíðini 6.52. Hann skal rógva í finaluni í dag klokkan 13.46.

HM-finalan verður, sambært VP, í samstarv við Tórshavnar kommunu víst á stórskíggja á trappuni í Vágsbotni. Byrjað verður klokkan 13.

Til ber at fylgja við her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder