Summarferia er nú í 1.deild. Seinasta umfarið er avgreitt, og liðini sum lógu nummar eitt og tvey undan umfarinum megnaðu ikki at fáa fult á útivølli. Hinvegin vunnu biðlarnir til uppflyting, ÍF og B68, teprar sigrar á útivølli.
Suðringar eru nú komnir í gongd. Í dag varð oddaliðið KÍ, sent heim við ongum. Tvey mál í 1.hálvleiki løgdu grundarlag fyri sigurin. KÍ minkaði tjúgu minuttir fyri tíð, men tað helt heim hjá TB/FCS/Royn, ið tó framvegis er aftast. Hetta var annar ósigur í ár hjá KÍ.
ÍF var tætt við at blaka sigurin burtur ímóti Giza Hoyvík á útivølli. Tað var 2-0 til útiliðið, tá tíggju minuttir vóru eftir, men tvey mál frá Hugin á Borg Ferber fingu javnvág í rokniskapin. Men lukkutíð fyri ÍF so sló Andy Olsen til í 89.minutti. Trý sera týdningarmikil stig hjá fuglfirðingunum, ið nú eru á 2.plássið.
NSÍ megnaði ikki at fáa trý stig við úr høvuðsstaðnum í gjárkvøldið. Tað endaði 3-3. Talan var um seks ymiskar málskjúttar, har m.a. Jann Benjaminsen og Petur Knudsen komu á máltalvuna fyri NSÍ. Grannarnir hjá NSÍ nærkast nú. Óli Olsen skeyt einsamalla málið fyri B68 á Sandi í dag. Hinmegin fjørðin er Skála av álvara komið í gongd. Í dag vendi Skála 0-1 til 2-1 í Leirvík. Jannik Olsen gjørdist matchvinnari Talan var um triðja sigurin á rað hjá Skála.
Tað er spenningur bæði í oddinum og botninum undan seinnu hálvu.
Støðan eftir 16.umfar:
1
|
16
|
12
|
2
|
2
|
44
|
17
|
+27
|
38
|
||
2
|
16
|
10
|
3
|
3
|
55
|
27
|
+28
|
33
|
||
3
|
16
|
10
|
3
|
3
|
47
|
22
|
+25
|
33
|
||
4
|
16
|
10
|
1
|
5
|
35
|
22
|
+13
|
31
|
||
5
|
16
|
7
|
1
|
8
|
24
|
28
|
-4
|
22
|
||
6
|
16
|
7
|
0
|
9
|
33
|
40
|
-7
|
21
|
||
7
|
16
|
5
|
1
|
10
|
26
|
34
|
-8
|
16
|
||
8
|
16
|
4
|
3
|
9
|
25
|
25
|
0
|
15
|
||
9
|
16
|
2
|
4
|
10
|
16
|
33
|
-17
|
10
|
||
10
|
16
|
2
|
4
|
10
|
17
|
74
|
-57
|
10
|
(Kelda: Faroe Soccer)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald