Fótbóltur

Ísland sigraði á Wembley

Ein av størstu EM-favorittunum fekk ein skelk í sínum seinasta venjingardysti. Jon Dagur Thorsteinsson skoraði einasta málið í Londin, har áskoðarar vístu sína ónøgd móti Southgate og liðnum.

Åge Hareide og hansara menn gjørdu bart á eyðkenda enska leikvøllinum í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Åge Hareide og hansara menn gjørdu bart á eyðkenda enska leikvøllinum í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-07 22:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2016 loyptu íslendingar hvøkk á allan fótbóltsheimin, tá teir vunnu 2-1 á Onglandi, og seindi fótbóltsins heimland út av EM-endaspælinum í Fraklandi. Hetta var fyrsta endaspælið, ið Ísland var til. Gøla fyri enskan fótbólt, Roy Hodgson fekk sekkin, og Gareth Southgate kom í sessin.

Í kvøld royndi Southgate eisini at tapa ímóti landinum við undir 400.000 íbúgvum, og sum er langt aftanfyri Ongland á FIFA-styrkislistanum. Ísland skal ikki til EM í Týsklandi - tað var tó nær við - og hevði millum annað ein spælara úr næstbestu donsku deildini á vøllinum í London.

Ísland var tó betri á Wembley. Ongland hevði ikki Bellingham, Shaw og Pickford við, og Saka kom ikki á vøllin fyrrenn í 2. hálvleiki, men annars var so at siga talan um sterkastu uppstilling hjá Southgate. Hann fekk helst fleiri rukkur í pannuna, tá hann sá avrikið, sum stórt sæð var uttan íblástur og nøktandi góðsku.

[object Object]
Gareth Southgate hevur nógv, sum skal rættast til dystin móti Serbia (Mynd: EPA)

Jon Dagur Thorsteinsson legði Ísland á odda í 12. minutti, og fyriuttan stóran møguleika til Harry Kane fyri steðgin hevði útiliðið størstu møguleikarnar í kvøld. Tað kundi væl verið 0-2 nakrar ferðir. Støðan hóvaði sjálvsagt ikki flestu áskoðarunum, ið vóru møttir upp á Wembley. Teir komu við hørðum buh-rópum, tá liðini fóru at hvíla seg og eftir síðsta bríksl. Ónøgdin hoyrdist eisini inn ímillum, og í 85. minutti sóust nógvir áskoðarar fara til útgongdirnar.

Ein søguligur íslendskur útisigur. Gamaní ein venjingardystir, men Åge Hareide og heldur "nýggja" íslendska liðið síggja spennandi út. Avrikið var heilstoypt, og teir vælskipaðu í bláum kunnu klappa seg sjálvan á herðarnar í kvøld.

Ongland skal finna nakað heilt annað fram til endaspælið. Bretsku miðlarnir eru ikki mjúkir. Hetta var fyrstu ferð síðani 1968, at Ongland tapir sín seinasta dyst áðrenn eitt endaspæl - kanska tað tó verður heilt gott hjá landinum, sum ikki hevur vunnið síðani 1966. 

Ongland er í bólki saman við Serbia, Danmark og Slovenia og leggur út í Gelsenkirchen sunnudagin 16. juni, har uppgávan er Serbia. Endaligi enski hópurin við 26 spælarum varð kunngjørdur í gjár.

Sí eisini: Maguire skaddur - Grealish fingið krakk


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder