Hondbóltur

Italia hølvaði Lettland av

Heldur óvæntað fingu italiumenn lætt spæl móti lettum í fyrsta HM-undankappingardystinum á Hálsi hetta vikuskifti. Kristopans og hinir høvdu einki mótsvar móti kvika og effektiva spælinum. Dysturin millum Føroyar og Luksemborg byrjar um hálvan tíma.

2022-01-14 19:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dystur í HM-undankappingarbólkinum, ið hetta vikuskifti er á skránni í Høllini á Hálsi, er leiktur.

Hann var ímillum Lettland og Italia, ið verða mett at vera harðastu kappingarneytarnir hjá Føroyum í stríðnum um at koma víðari - tvey lið koma víðari úr hesum bólkinum til play-off umfarið.

Roknað varð við einum tøttkum dysti, men tað var tað so at siga ongantíð. Skjótt fekk Italia tamarhald á støðuna, og lettarnir fingu als ikki stegða kviku og effektivu álopunum hjá teimum blákløddu. Italia skoraði nógv mál uppá skjót mótálop, og Domenico Ebner, ið er týsk-italienari og sum til dagliga spælir fyri Hannover-Burgdorf, hevði fleiri góðar bjargingar, sum gjørdu sítt til, at Italia skjótt økti um leiðsluna. 

Í 19. minutti kom Italia á +10 mál, og so var longu eingin ivi um, at Lettland einki fór at gera við suðurevropeiska liðið, ið er í stórari menning. 

Munurin í steðginum var átta mál, og endaliga støðan var 36-23. Seinastu løtuna var leikferðin heilt lág, og Lettland hevði sett 2,15 metrar høgu stjørnuna úr PSG, Danis Kristopans á bonkinum. Serliga høgi høgri bakkurin var eyðsýdnur við sínari hædd men fekk lítið burturúr móti vælskipaðu verjuni hjá Italia, og sum heild spældi Lettland ikki góðan hondbólt.

Føroyar spæla móti Italia í annaðkvøld og Lettland sunnukvøld. Fyrst er tó fokus á Luksemborg, ið verður mett at vera veikasta liðið í bólkinum, og sum Føroyar vunnu á fyri tveimum árum síðani. Tað var í júst slíkum bólki - í Luksemborg - og talan var um fyrsta sigur í einum undankappingardysti hjá føroyskum manshondbólti.

HM-undankapping, 1. umfar - Fríggjadagur 14.01
Lettland – Italia 23-36 (13-21)

19.30 Luksemborg – Føroyar (KVF, FM1)

Eftir dystin hava vit hagtøl, dystarfrásøgn, myndir og samrøður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder