
43-ára gamli eiðismaðurin Jákup Martin Joensen fekk seinasta heyst sítt fyrsta høvuðsvenjarastarv í Betrideildini.
EB/Streymur hevði eitt tungt kappingrarár og endaði á 9. plássi við 18 stigum. Óvissa var um, Jákup Martin fór at halda fram, men nú eru samráðingarnar komnar á mál, og í kvøld hevur EB/Streymur kunngjørt, at høvuðsvenjarin verður tann sami í 2020.
EB/Streymur hevur mist liðformannin Rógva Egilstoft Nielsen til NSÍ, og fleiri av føstu leikarunum í fjør hava ikki longt sáttmálan. EB/Streymur skrivar á heimasíðu sínari, at liðið verður aftur komandi ár mest mannað við lokalum leikarum, men onkur styrkur kann tó væntast. Eingin nýggjur leikari er higartil lagdur afturat hópinum uttanfrá; tó at Andras Olsen ið var úti alt seinasta kappingarár við knæskaða, er við aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald