Annað

Javnleikur í Gundadali

St Joseph's kann brúka 1-1 javnleikin til meira enn B36. Málini komu uppá tvey brotsspørk.

2018-06-28 21:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var við B36 í favorittleiklutinum, tá St Joseph’s og B36 og gingu inn á vøllin í Gundadali. Nummar trý í Føroyum í fjør varð væntað at vinna á liðnum, sum endaði nummar trý á Gibraltar farna kappingarár. Men uppgávan var stríggin hjá B36.

B36 legði hart út, og longu fyrstu tíggju minuttirnar hevði heimaliðið fýra-fimm góðar støður. B36 fekk trýst liðið frá Gibraltar, sum tó so líðandi kom betri inn í dystin. Tað endaði við einum frustrerandi javnleiki í mjørkanum í kvødl.

Forloysingin hjá B36 kom, tá stórir hálvur tími varð leiktur. Lukasz Cieslewicz, ið hevði fleiri góðar royndir og var vælleikandi í kvøld, dró inn í brotsteigin og fór um koll. Lukasz skeyt sjálvur, og nummar 11 var sera tryggur ú 11 metrum.

Men gleðin var stokkut hjá havnarmonnum. Pedro Martinez fór í hernað í vinstru, og Erleendur Magnusson, ið varð fluttur aftur á høgra bakk, tá Andrias Eriksen noyddist út við skaða, gjørdi eitt heldur klossut og óneyðugt brotsspark. Salvador Delgado umsetti til mál, og so var 1-1.



Tað mesta av 2. hálvleiki varð spælið á hálvuni hjá St’Joseph. Teir á útiliðinum vóru týðiliga nøgdir við støðuna, og sum hálvleikurin leið, so brúkti liðið av Gibraltar meira og meira tíð uppá at drála. Ímeðan royndi B36 í sínum lag at trýsta, men hóast nógvar spentar støður, so eydnaðist tað ikki.  Í longu yvirtíðini varð Eli F. Nielsen koyrdur um koll í brotsteiginum, men floytan hjá dómarin var still.

Tað var ikki við sjarmu, men liðið frá Gibraltar megnaði at gera tað sera trupult og frustrerandi fyri B36, ið ikki hevur nakað frálíkt útgangsstøði til dystin um eina viku.   

Liðið hjá B36 í kvøld:

Rói M. Hentze - Andrias Eriksen(23: Magnus Holm Jacobsen), Robert Heðin Brockie, Odmar Færø(L), Alex Mellemgaard - Eli F. Nielsen, Erlendur Mangusson - Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen(68 min: Hannes Agnarsson - Kaimar Saag

B36 – St Joseph’s (1-1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder