Triðseinasta umfari í bestu íslendsku deildini var á skránni í gjárkvøldið, og fýra føroyingar vóru í eldinum.
KA Akureyri tók ímóti ÍBV og tryggjaði sær við sigrinum ovasta plássi í niðara endaspælsbólkinum (7. plássið).
Jóan Símun Edmundsson legði KA á odda í 19. minutti. Royndi føroyski landsliðsspælarin stóð á heilt rætta staðnum í málteignum eftir bólt útfrá av baklinjuni og setti vinstra bein á. KA javnaði við beinleiðis frísparki nakrar minuttir seinni, men heimaliðið avgjørdi við brotssparki í 54. minutti. Málini síggjast niðanfyri.
(Video: Besta deildin)
Jóan Símun spældi 80 minuttir, og Pætur Petersen kom inn í 65. minutti
Í Reykjavík vunnu íslendsku meistararnir 2-1 á FH. Útiliðið legði seg annars á odda eftir hálvan tíma, men í 2. hálvleiki fekk FH eina útvísing, og í síðstu minuttunum skoraði Víkingur tvær ferðir. Gunnar Vatnhamar var í miðverjuni allan dystin.
Á einum øðrum leikvølli í íslendska høvuðsstaðnum var málveitsla. Tað var 2-2 til Val, tá Klæmint Andrasson Olsen kom á vøllin í 78. minutti. Breiðablik royndi at fáa fatur á øllum stigunum, men ístaðin skoraði Valur tvær ferðir.
Tapið merkir tó helst ikki so nógv fyri evropeiska plássið, sum Breiðablik roynir at tryggja sær. Hetta tí Víkingur vann á FH - júst FH er fýra stig aftanfyri Breiðablik, nú tvey umfør eru eftir.
Tey vera bæði áðrenn landsliðssteðgin. Allir føroysku spælararnir í íslendsku kappingini vóru úttiknir til A-landsliðið seinast.
Fótbóltur
Jóan Símun skoraði í sigri hjá KA
Toftamaðurin skoraði sítt triðja mál fyri íslendska felagið í gjár. Víkingur vann, og Breiðablik tapti.
Jóan Símun Edmundsson legði KA Akureyri á odda, tá ÍBV vitjaði - Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík vunnu á FH (Mynd: Sverri Egholm)
2023-09-29 17:48
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald