Hondbóltur

Nýggjasti A-landsliðsspælarin: Segði sjálvandi ja - uttan at hugsa meg um

Sjálvandi ein stórur smeitur at Ísak Vedelsbøl gjørdist skaddur, og tað verður ógvuliga torført at spæla sum hann - eg skal spæla sum Erling og gera mítt besta. 19-ára gamli strikuspælarin er á veg til Montenegro. - Hetta er stórt og eitt stórt stig upp, sigur Erling Erlendsson.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-06 20:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg fekk boðini, tá eg var til arbeiðis. Tað var um trý-tíðina í gjár, haldi eg. Tað var næstan beint eftir venjingina í gjár, og Hjalti (Mohr Jacobsen, hjálparvenjari) ringdi. Hann sigur, at Ísak hevur fingið ein álvaran skaða, og teir vilja hava meg við til Montenegro. Eg sigi so ja beinanvegin - uttan at hugsa seg um.

Soleiðis greiðir Erling Erlendsson Portalinum frá í Kastrup, dagin eftir at hann á fyrsta sinni varð úttikin til A-landsliðið.

Hetta var undir heldur keðiligum umstøðum: Ísak Vedelsbøl fekk álvarsaman vøddaskaða í lærið undir venjingini hósdagin. Hetta ger, at sterki strikuspælarin og miðverjin úr HØJ ikki væntast at spæla nakað serligt at hondbólti restina av 2026.

Sí eisini: Ísak Vedelsbøl skaddur - Erling Erlendsson við ístaðin

19-ára gamli Erling Erlendsson er avloysarin, og hóast aðrir eru royndari, hevur strikuspælarin og miðverjin úr Kyndli verið til reiðar til hetta.

- Tað verður ógvuliga torført at spæla sum Ísak, men eg skal royna at vera besta útgávan av mær sjálvum, um eg spæli sunnudagin, sigur høgi ungi maðurin.

[object Object]
Erling hevur her skorað í U20 EM í summar. Hann hevur spælt nógv hjá barndómsfelagnum Kyndli síðani 2024 (Mynd: Sv 

Havnarmaðurin við royndum frá ungdómsendaspølunum hevur dreymar um yrkishondbólt uttanlands, og nú roynir hann seg á væl hægri stigi enn vanligt.

Eftir ætlan vera hann og liðfelagarnir uppá pláss í Podgoricia stutt fyri midnátt føroyska tíð. Dysturin í 2. umfari í EM-undankappingini verður spældur sunnudagin klokkan 17.00

Hoyr samrøðu við Erling Erlendsson, sum varð gjørd á flogvøllinum í Kastrup ovast

Portalurin og FM1 eru við á ferðini og hava nógv tilfar fram til, undir og eftir dystinum

Sí eisini: Leivur, Tróndur, Helgi og Pauli í landsliðsradio leygardagin

-----------------------------------------------

Undankapping til EM 2028, bólkur 4

2. umfar, sunnudagin 8. november
16.15: Kosovo - Ungarn
17.00: Montenegro - Føroyar (FM1 frásøgn og bloggur á Portalinum)

1. Ungarn 2 stig
2. Føroyar 2 stig
--------------------------
3. Kosovo 0 stig *
4. Montenegro 0 stig 

* Bestu fýra trý'ararnir í undankappingini koma víðari til EM, umframt tvey tey ovastu


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder