placeholder
Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen skaddur - ikki tøkur næstu dystirnar

Føroyingurin á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, hevur fingið ein fipurskaða. Hans Lindberg er innkallaður.

Jóhan á Plógv Hansen (Savnsmynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen (Savnsmynd: EPA)

2022-01-14 11:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Danski landsliðsvenjarin Nikolaj Jacobsen hevur sent boð eftir Hans Lindberg at spæla við danska liðnum í EM sum byrjaði í Ungarn og Slovakia í gjárkvøldið.

Orsøkin er at føroyingurin á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen er skaddur við slysni, fipurskaða.

Danska hondbóltssambandið skrivar á heimasíðuni, at Jóhan á Plógv Hansen í dystinum í gjár fekk ein skaða og verður ikki tøkur næstu dystirnar.

Danmark vann dystin ímóti Montenegro í gjár 30-21 og spælir aftur í annaðkvøld klokkan 19:30. Tá verður Slovenia mótstøðuliðið. Dysturin sæst á TV2.

27 ára gamli havnarmaðurin skrivaði í fjør undir trý ára sáttmála við týska stórfelagið Flensburg-Handewitt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder