Hondbóltur

Jóhan ikki við til EM - í fyrstu syftu

Føroyski vongurin er ikki partur av hópinum sum telur 19 mans, ið er tikin út til venjingardystirnar fyrst í januar. 18 av teimum skulu til EM. Jóhan á Plógv er ein av teimum leikarunum, ið kunnu innkallast undir endaspælinum.

25-ára gamli føroyingurin er ikki úttikin, men hann kann ikki fáa ein leiklut til EM (Mynd: Sverri Egholm)

25-ára gamli føroyingurin er ikki úttikin, men hann kann ikki fáa ein leiklut til EM (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-18 10:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og til HM fyri einum lítlum ári síðani er Jóhan á Plógv Hansen triðja valið á høgra vongi í danska hópinum. Lasse Svan er fyrstaval, og ein annar veteranur, Hans Lindberg, er nummar tvey í røðini. Júst Lindberg gjørdist skaddur í fyrsta dystinum undir HM tíðliga í hesum árinum, og Jóhan á Plógv kom inn í hópin. 

25-ára gamli vongurin fekk eitt HM-gullheiðursmerki, og aftur hesaferð verður Bjerringbro-Silkeborg vongurin tann høgri vongurin, ið er beint uttanfyri hópin. Hetta er greitt, eftir at Nikolaj Jakobsen í vikuni hevur útttikið 19 mans av teimum 28 sum vóru í bruttohópinum.

Teir 19 skulu til Golden League í Fraklandi tíðliga í januar, har tveir venjingardystir eru á skránni, móti Noreg og Fraklandi. Ein skal síðani sáldast frá, tað verður allarhelst ein bakspælari, áðrenn hópurin fer til Svøríkis 10 januar, har EM er á skránni.

Jóhan er ein av teimum seks leikarunum, ið skal venja við í nakrar dagar millum jól og nýggjár, og hann kann verða skiftir inn í hópin, sum er krútsterkur. Danmark má metast at vera ein av stóru faovriuttunum at fara allan vegin í endaspælinum. Á øllum plássum er nógv góðska, hóast strikuleikararnir Henrik Toft Hansen og Simon Hald og vongurin Casper U. Mortensen mangla. 

Seks útskiftingar kunnu gerast í hópinum undir endaspælinum.

Danski hópurin:

Málverjar:
Niklas Landin, THW Kiel 
Jannick Green, SC Magdeburg 

Vengir:
Magnus Landin, THW Kiel 
Magnus Bramming, TTH Holstebro 
Lasse Svan, Flensburg-Handewitt 
Hans Lindberg, Füchse Berlin 

Strikur:
René Toft Hansen, S.L. Benfica
Magnus Saugstrup, Aalborg Håndbold
Anders Zachariassen, Flensburg-Handewitt 

Bakspælarar:
Niclas Kirkeløkke, Rhein-Neckar Löwen
Mikkel Hansen, PSG Paris 
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold 
Mads Mensah, Rhein-Neckar Löwen 
Rasmus Lauge, Vészprem KC
Morten Olsen, TSV Hannover-Burgdorf 
Jacob Holm, Füchse Berlin 
Michael Damgaard, SC Magdeburg 
Lasse Andersson, FC Barcelona
Nikolaj Øris, Bjerringbro-Silkeborg

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder