Annað

Kendrick Lamar framførir í Super Bowl-hálvleikinum næsta ár

Næsta Super Bowl verður 9. februar 2025, og tað er nú greitt, at amerikanski rapparin verður høvuðsnavnið í hálvleikinum.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-09-09 09:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

 9. februar 2025 verður næsta Super Bowl á skránni, og nú er greitt, at amerikanski rapparin Kendrick Lamar skal framføra í hálvleikinum.

Tað upplýsti National Football League (NFL) í tíðindaskrivi um vikuskiftið.

Hetta verður aðru ferð, at Kendrick Lamar framførir í NFL-finaluni. Í 2022 framførdi hann eisini í hálvleikinum saman við Snoop Dogg, Eminem og Mary J. Blige.

Super Bowl hevur verið á hvørjum ári síðan 1967. Komandi Super Bowl verður í New Orleans í statinum Louisiana.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder