Fótbóltur

Kendu ikki sína vitjunartíð

Føroyska liðið fekk til tíðir kroyst Eysturríki væl, men tað manglaði góðska á síðsta triðinginum, og eitt tilvildarligt mál tíðliga í seinna hálvleiki gjørdi tað ov tungt.

Jóan Símun Edmundsson er her nær við at fáa takkla ein returbólt í málið, men tað eydnaðist ikki Føroyum at skora móti Eysturríki, hóast nógvar góðar støður (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jóan Símun Edmundsson er her nær við at fáa takkla ein returbólt í málið, men tað eydnaðist ikki Føroyum at skora móti Eysturríki, hóast nógvar góðar støður (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-10-09 22:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hjá monnum legði nógva orku í HM-undankappingardystin móti Eysturríki. Hetta var fjórðu ferð í søguni, at Eysturríki var gestur í undankappingardysti. Í tveimum av hesum dystunum hava Føroyar lagt seg á odda og eftir málmøguleikunum fyrstu 23 minuttunum at døma, so burdu tað eisini verið soleiðis hesuferð. 

Næstan beint eftir ein av teimum stóru møguleikunum, tí seinna av slagnum hjá lívliga René Shaki Joensen, varð liðið hjá Håkani Ericson revsað fyri at standa høgt uppi á vøllinum og royna at trýsta, og fyri at at tað ikki hekk 100 prosent saman í verjuskipanini. Áleyparin Ercan Kara varð sendur avstað og rann frá Oddmari Færø. Komin inn í brotsteigin í høgru spældi hann útfrá til Konrad Laimer úr RB Leipzig, ið var eirindaleysur og so var 1-0: Kalt og kyniskt frá einum eysturrískum liðið, sum á ongan hátt spældi føroyska liðið niður í dystinum, hóast liðið hjá Foda hevði bóltin væl meira.

Seinna málið var heppið. Gilli Rólantsson fekk ikki ruddað heilt burtur, men Marcel Sabitzer megnaði bert at koma til skotið, tí bólturin sprakk til hann eftir ein nærdyst við Oddmar. Bayern-miðvallarin royndi bara at smekka til úr áleið 25 metrum, skotið var ikki á veg í mál, men rakti eitt føroyskt bein, síðani stongina og Teitur Matras Gestsson, ið hevði tvær heilt góðar bjargingar í dystinum, kundi bert hyggja eftir bóltinum, tá hann fór í málið.

[object Object]
René Shaki Joensen vísti seg væl fram sum høgri kantur ístaðin fyri skaðaplágaða Sølva Vatnhamar, men fekk ikki gangnýtt møguleikarnar -  Laimer (20') skoraði til 0-1 

Vístu energi - manglaðu kynismu
Nógva orkan ið varð lagt í høga trýstið og nógvu ágangandi offensivu renningarnar kostaðu í villum og óuppmerksemi í verjustøðu. Føroyska liðið kom eisini í nógvar góðar álopskendar støður, men góðskan í avgerandi støðan, og í ávísan mun hepni, manglaði.

Jóan Símun Edmundsson byrjaði dystin væl, men megnaði ikki at vera avgerandi sum fremsti maður, hóast toftamaðurin var árvakin heilt tíðliga í dystinum og hevði skorað, tá hann kastaði seg fram til ein returbólt, um ikki Bachmann í málinum vísti góð refleksir og gott hegni. 

[object Object]
Jóan Símun spælir ikki sum einsamallur fremsti maður í sinum felagið, men hevði hendan leiklutin fyri Føroyar tríggjar fjórðingar av dystinum  

[object Object]Hallur spældi fyri fyrstu ferð í beint yvir ein mánað 90 minuttir (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hallur Hansson rann og stríddist sum vant heilt nógv og væl og var væl uppi í trýstinum og í nøkrum bóltflytingum, men misti eisini bóltin heldur ofta, og veruleikin sást í avgerðum og atgerðum seinnu hálvu í seinna hálvu: At hann er heldur rustaður og ikki dystarskarpur - liðformaður landsliðsins hevur ikki havt eitt felag og spælt annað enn landsdystir í næstan fýra mánaðir

Brandur Hendriksson kom ikki eins nógv á bóltin sum vanligt - tað var týðiligt at eysturríkar ansaðu væl eftir skálvíkinginum, og tað at dystarætlanin hjá Føroyum í dag var meira beinleiðis enn í undanfarnu dystum. Tá Brandur fekk hann var hann tó róligur, helt sum oftast ógvuliga væl uppá hann og fann góðar alveringar. Gòðskan í deyðbóltunum manglaði tó í kvøld, og tað var helst ein góð myndr; eins og tá Gilli og Viljormur komu till innlegg, ella René og Ári runnu væl inn í sekstan-meturin: Tann seinasta góðskan manglaði síðsta partin av vøllinum.

[object Object]

[object Object]
[object Object]
Myndir: Jens Kr. Vang

Roynt varð at satsað álopskent við innskiftingunum um miðjan seinna hálvleik, men hóast debutanturin Hannes Agnarsson hevði nøkur heilt góð trekk og hótti djúpt, og Bjartalíð kom væl inn aftur í sínum comebakki, og Klæmint stríddist sum vant har frammi, so var sami veruleiki, og tað gjørdist ongantíð veruligur spenningur aftur um, hvussu stigini skuldu býtast

Tað bendi tó ongnatíð á ein heilt greiðan eysturrískan sigur, hóast útiliðið kundi fingið okkurt mál afturat og/ella brotsspark. Longu útsspørkini hjá Teiti upp á serliga Gunnar Vatnhamar, umframt ágangandi føroyskt spæl í pørtum, góvu Eysturríki trupulleikar, og Skansin livdi sum vant ógvuliga væl við allan vegin. Alaba og hinir fingu tó tann sigurin, ið teir so harðliga høvdu tørv á, og Håkan Ericson, hansara toymi og hansara leikarar, skulu nú venda eyguni móti dystinum móti Skotlandi her týskvøldið.


HM-undankappingarbólkur F - sætta umfar
Tórsvøllur, 09.10
Føroyar - Eysturríki 0-2 (0-2) 
25' Konrad Laimer 0-1
48' Marcel Sabitzer 0-2

Føroyar:  Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø (67' Klæmint Andrasson Olsen), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (67' Hannes Agnarsson) - René Shaki Joensen (67' Jóannes Bjartalíð), Hallur Hansson (L), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Ári Mohr Jónsson - Jóan Símun Edmundsson (86' John Frederiksen)

Bólkur F - støðan eftir seks umfør
1. Danmark 21 stig
2. Skotland 14 stig
3. Ísrael 10 stig
4. Eysturríki 10 stig
5. Føroyar 4 stig
6. Moldova 1 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder