Hondbóltur

KÍ føroyameistari 2021

Við 3-1 sigri tryggjaði KÍ sær í kvøld meistaraheitið. KÍ var aftanfyri 1-0 í steðginum, men við tveimum málum frá Páll Klettskarð í seinna hálvleiki, og eitt frá Jonn Johannesen í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, var FM í hús.

2021-10-16 20:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eingin kann nú taka KÍ aftur í FM-stríðnum. Tað hevur verið greitt fyri øllum í eina tíð, men nú er tað so staðfest á pappírinum eisini.

Tí við 3-1 sigri á B36 í kvøld hevur KÍ tryggjað sær sítt nítjanda meistaraheitið í søgu felagsins.

B36 legði seg annars á odda longu eftir 8 minuttir, og tað tóktiskt at skelka klaksvíkingar. Men í seinna hálvleiki skoraði Páll Klettskarð til bæði 1-1 og 2-1, og hendan støðan skuldi bara haldast, so var gullið heima.

Í tíðini sum dómarin legði afturat økti Jonn Johannesen um støðuna til 3-1 og staðfesti søta sigurin.

KÍ - B36 3-1 (0-1)
8’ Andrass Johansen 0-1
63’ Páll Klettskarð 1-1
75’ Páll Klettskarð 2-1
90’ Jonn Johannesen 3-1

placeholder
placeholder