Tað hevur ikki gingið meira enn næstbest hjá KÍF í ár, sum bara hevði fingið eitt stig undan dagsins dysti, men loksins bragdaði, og KÍF vann lættan 3-1 sigur á Drátti í gjár.
Óroynda liðið hjá Drátti hevði tað trupult alt síðsta kappingarár og megnaði einans at vinna tvey sett, og gongdin hevur verið tann sama hetta kappingarárið. Men í gjár fegnaðust tey í Drátti tó um at vinna triðja settið 25-21. Og merkisvert var tað, tí Dráttur kundi havt mist alt mót, tá KÍF hevði lagt seg á odda 16-0 í undanfarna settinum, har Savanna Onghamar Ragnvaldsdóttir tí slapp at serva 17 ferðir á rað, áðrenn Dráttur vann sítt fyrsta stig í settinum.
Sigurin hjá KÍF kom tí ikki í vanda, tí kollfirðingar vunnu fjórða settið 25-14.
Stóra royndin hjá KÍF verður tó mikukvøldið, tá Fleyr, sum hevur fult stigatal, vitjar í Kollafirði.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
| Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
| SÍ | 4 | 7 | 10 |
| Fleyr | 3 | 8 | 9 |
| Mjølnir | 4 | 4 | 8 |
| TB | 4 | -2 | 5 |
| KÍF | 4 | -3 | 4 |
| Dráttur | 5 | -14 | 0 |
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald