
Skála boðar í dag frá, at Kristian Martin Jakobsen og Karl Martin Johansen hava skrivað undir sáttmála fyri 2020.
Kristian Martin er 23 ár og er lítlibeiggi Brian Jakobsen, ið leingi spældi við Skála, men sum í farna kappingarári umboðaði B36. Hann hevur spælt 29 dystir í næstbestu deildini og skorað sjey mál. Kristian Martin var skaddur størsta partin av farna kappingarári. Hann hevur fleiri ferðir áður sitið á beinkinum til dystir í Betrideildini - komandi ár kann væntast, at hann fær nógv spælitíð á unga Skálaliðnum.Kristian Martin, saman við formanninum Rógva Reinert Djurhuus (Mynd: Skála ÍF)
Makkarin hjá Kristian Martini í venjingardystinum í vikuni var ein annar strandingur. Karl Martin Johansen er 20-ára gamal, og gjørdi veruliga vart við seg í steypafinaluni hjá U21 í fjør. Liðskiparin var sannførandi í verjustøðu og á bóltinum, og hann skoraði til 2-2 í longdu leiktíðini. Karl Martin hevur spælt 12 dystir í 1. deild.
Tøl: FaroeSoccer
Les eisini: Ungir lokalir leikarar hava skrivað undir á Skála - óvissa um nógvar royndar leikarar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald