Fótbóltur

Kunnu leggja seg á odda í bólkinum

Norðurmakedónia er sterkt og er favorittur í Klaksvík í dag, men føroyska liðið hevur víst tenn í hesari undankappingini, hevur heimavøllin og trúnna uppá at tað ber til.

Sámal Erik Hentze fyrireikaði ungu menninir uppá millum annað deyðbóltsstøður í gjár. Hann hevur higartil nógv góð úrslit sum U21-landsliðsvenjari - millum annað 10 stig samanlagt í heimadystunum (Mynd: Sverri Egholm)

Sámal Erik Hentze fyrireikaði ungu menninir uppá millum annað deyðbóltsstøður í gjár. Hann hevur higartil nógv góð úrslit sum U21-landsliðsvenjari - millum annað 10 stig samanlagt í heimadystunum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-07 12:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Dreymurin um at koma víðari blívur bara størri og størri, haldi eg

Soleiðis segði Jonn Johannessen, áleypari á U21-landsliðnum, við Portalin í gjár. Klaksvíkingurin var ikki tøkur, men sat heima og hugdi, tá liðfelagirnir fingu fantastiska javnleikin móti Fraklandi í Gundadali 6. september. Í dag skal Jonn spæla aftur fyri U21 - hesaferð í Klaksvík, sum fyri fyrstu ferð verður karmur um slíkan landsdysti.

Sí eisini: - Dreymurin um at koma víðari blívur størri og størri

Verjuskansin Andrias Edmundsson er eisini tøkur aftur eftir fótskaða, og hetta kann fáa stóran týdning - hóast miðverjan annars gjørdi tað frálíka væl móti Fraklandi. Andrias spælir yrkisfótbólt í Spania, og hann stóð ógvuliga sterkur í myndini í dystunum í heyst - teimum fyrstu undir Sámal Erik Hentze. Tað gjørdi vongurin Lukas Giessing eisini, og HB-leikarin er nú við aftur, eins og fyrrverandi HB-leikarin, Hanus Sørensen. Bakkurin/vongurin, sum nú spælir í Middelfart varð raktur av koronu fyrst í september. 

[object Object]
Andrias Edmundsson er aftur á liðnum, ið høgi, sterki og skilagóði toftamaðurin fer at styrkja (Mynd: Sverri Egholm)

Gongdin undir Sámal Erik Hentze hevur verið frálík, og Føroyar hava fingið stig í fimm útav níggju dystunum, meðan hann hevur staðið við róðri. Í hesari undankappingini hevur talan higartil verið um fýra stig í trimum dystum, og tað ger, at Føroyar við sigri á Norðurmakedónia í dag kunnu fyribils leggja seg á odda í bólkinum. Føroyar og Armenia hava spælt ein dyst fleiri enn Ukraina - sum í løtuni er á odda við seks stigum - Frakland, Serbia og Norðurmakedónia. 

Dagsins mótstøðulið hevur tapt 3-0 í Fraklandi og spælt málleysan javnleik á heimavølli móti Serbia. Harvið hevur liðið framvegis ikki skorað eitt mál, men er tó favorittur móti Føroyum. Ein sigur til útliðið í Klaksvík í dag liggur til at geva peningin umleið tvær ferðir hjá flestu veddingarfyritøkunum. 

Í føroysku leguni er tó ein stór trúgv uppá trý stig, ið farið veðrur hart eftir. Liðformaðurin Stefan Radosavljevic segði við okkum í gjár, at hóast man altíð hevur trúð uppá góð úrslit við U21-landsliðnum, so er tann trúgvin bert vaksin eftir úrslitið móti Fraklandi fyri mánaði síðani.

Sí eisini: 
U21 fyrireikar seg til at taka ímóti Norðurmakedónia
- Standa okur saman sum eitt lið, so trúgvi eg uppá eitt gott úrslit
- Vit fara eftir sigrinum

Fyrsta bríksl við Djúpumýru verður klokkan 14. Vit vera á staðnum og hava myndir, dagføring av støðuni og aftaná; samrøður og samanumtøku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder