Hondbóltur

Kvinnurnar skulu møta Kosovo

Føroyar og Kosovo hittast í fyrsta umfari av HM-undankappingini í november.

2022-06-29 13:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

HSF: Lutakast hevur verið í morgun, og skal føroyska kvinnulandsliðið møta Kosovo í fyrsta umfari av HM-undankappingini.

Lutakastið til fyrsta umfar háttaði seg soleiðis:
Aserbajan – Portugal
Føroyar – Kosovo
Slovakia – Lettland
Ísland – Ísrael
Grikkaland – Bosnia Hersegovina
Ukraina – Luksemborg
Bulgaria – Italia
Eysturríki – Finnland
Stórabretland – Turkaland

Liðini skulu spæla tveir play-off dystir, har vinnarin yvir tveir dystir kemur víðari til annað umfar, har liðini kunnu møta Kroatia, Spania, Fraklandi, Týsklandi, Ungarn, Montenegro, Norðurmakedonia, Hollandi, Póllandi, Rumenia, Slovenia, Serbia, Sveis ella Kekkia.

Heimadysturin móti Kosovo verður leiktur mikudagin 2. november og útidysturin leygardagin 5. ella sunnudagin 6. november.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder